Endamálið við stuðlinum er at útvega vitan og royndir við atliti at alternativum grønum orkumøguleikum. Kommunur, felagsskapir og privat feløg fáa við hesum møguleikan at fremja verkætlanir saman við Orku á Umhvørvisstovuni og Jarðfeingi.
Talan kann eitt nú vera um kanningar, skjalfesting og praktiskar royndir. Verkætlanirnar skulu verða framdar í samstarvi við Orku á Umhvørvisstovuni og/ella Jarðfeingi.
Reglugerðin liggur á heimasíðuni hjá Umhvørvismálaráðnum, sum umsitur játtanina.
Umsóknirnar skulu verða Umhvørvismálaráðnum, umhvorvi(at)umhvorvi.fo, í hendi í seinasta lagi 24. septembur 2024.
Reglugerð fyri stuðli til alternativar grønar orkumøguleikar