Stuðul til umhvørvisverndartiltøk 2026
Heilsu- og orkumálaráðið umsitur eina játtan á 350.000 kr., til at stuðla umhvørvisverndartiltøkum.
Endamálið er, at menna vitanina um náttúru og umhvørvi, at fyribyrgja og avmarka dálking, skipa verju av djóra- og plantusløgum og landsløgum, umframt at kunna um náttúru- og umhvørvisviðurskifti og stuðla undir orkusparandi tiltøkum.
Til ber hjá einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum at søkja um stuðul.
Umsóknarblað, vegleiðing og reglugerð kunnu heintast á heimasíðu Heilsu- og orkumálaráðsins www.homr.fo ella við at venda sær til Heilsu- og orkumálaráðið.
Freistin at søkja um stuðul er 19. juni 2026.
Umsóknir skulu sendast til teldupost homr(at)homr.fo.

Stuðul til umhvørvisverndartiltøk 2026












