Stuðul til viðarvøkstur 2026
Heilsu- og orkumálaráðið umsitur eina játtan á 500 tús. kr., hvørs endamál er at stuðla viðarvøkstri til tess at fríðka um lendi, skapa lívd og rekreativ økir, umframt at verja ímóti jarðarmáan.
Til ber hjá einstaklingum virkjum, feløgum og kommunum at søkja um stuðul.
Umsóknarblað, vegleiðing og reglugerð kunnu heintast á heimasíðu Heilsu- og orkumálaráðsins www.homr.fo ella við at venda sær til Heilsu- og orkumálaráðið.
Freistin at søkja um stuðul er 19. juni 2026.
Umsóknir skulu sendast til teldupost homr(at)homr.fo.











