Stuldur

Um innihaldið í Yngd hesuferð

Ofta tá vit tosa um stuldur, hugsa vit serliga um stuldur av materiellum ágóðum sum eitt nú súkklum, bilum ella líknandi.

Eitt slag av stuldri, sum tó er nógv meira vanligt, men sum vit kanska ikki hugsa so nógv um, er stuldur av tónleiki og forritum, sum verður framdur í teldu- og tónleikaheiminum.

Fleiri eru ivaleyst tey, sum ikki rokna hetta fyri stuldur, men einans sum ein bíligari hátt at fáa fatur á ymsum løgum og forritum, men vit eiga at minnast til, at talan eisini í hesum førum er um stuldur.

Tónleikarin ella forritarin hava brúkt nógva tíð til at framleiða hesa vøruna, og tískil eiga teir sjálvsagt at fáa pening fyri teirra arbeiði.

Sjálvsagt vil onkur føra fram, at teir forvinna ivaleyst av peningi, mentað er tó ikki altíð soleiðis. Vit skulu minnast til, at tað eru langt ífrá allir sangarir,s um eru millióningar. Hesi hava ikki allir ráð til at missa tær inntøkur, sum tey fáa, við tað at vit keypa júst teirra vøru.

Vandi kann eisini verða fyri, at vit við at nýta nápavritan (piratkopiering) eru við til at máa støðið undan tónleikaranum, við tað at tónleikaútgávurnar helst vilja fækka í tali, um so er at tað ikki kann bera seg at geva eina fløgu út.

Tað nyttar heldur einki at halda á fram sjálvur, og so vóna at øll onnur støðga við hesum. Einasta veruliga hjálpin mótvegis hesum trupulleika er, at ein hugburðsbroyting fer fram.

Talan er um ólógliga ger, og sjálvt um løgreglan v.m. ikki kunnu gera tað heilt stóra við henda trupulleika, so gert hetta meira lógligt av teirri orsøk.

Hetta evnið verður viðgjørt á miðsíðunum í dag, og vónandi kann hetta birta upp undir eitt kjak um evnið.

Annað, sum er í blaðnum í dag, er eitt prát við nakrar fimleikarar og nakrar studentar.

Ragnar í Vík er júst komin á marknaðin við einari fløgu til minnis um country legendan, Hank Williams, og er henda fløgan millum teirra, sum í dag verða ummældar. Harumframt hava vit eins og vanligt hitlistar úr bæði Føroyum og Onglandi eru at síggja.

Vit á Yngd royna framhaldandi at gera Yngd til títt blað, og tískil er sera umráðandi hjá okkum at fáa at vita, um tit meta hetta vera soleiðis, ella um vit eru á heilt skeivari leið.

Enn hava vit ikki fingið nakra viðmerking, so vit rokna bara við, at alt er í lagi. Ert tú av einari aðrari fatan, so er bara at lesa tað, sum stendur í kassanum niðanfyri.

Annars síggjast vit vónandi aftur um eina viku.