Stungin 17 ferðir í ryggin

Enn er óvist, hví ein ungur maður bleiv sansaleysur við knívi í Norðdepli í morgun

Løgreglan veit framvegis ikki, hví ein 18 ára gamal maður gjørdust frá sær sjálvum við knívi í Norðdepli í morgun.

Hann stakk fýra fólk, sum øll fingu størri og minni skaða, og sum øll vóru flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús.

Tey eru kortini uttanfyri lívsvanda, sigur løgreglan

Men talan var um eitt óvanliga harðligt álop, tí løgreglan sigur, at tann eini maðurin, sum varð stungin, hevur ikki færri enn 17 knívsár í rygginum.

Løgreglan hevur í allan dag leita eftir knívinum, sum varð brúktur í álopinum, men hevur ikki funnið hann enn.

Løgreglan  fekk fatur á álopsmanninum í Hvannasundi, har hann læt seg handtaka uttan hóvasták.

Løgreglan sigur, at sálarliga tóktist hann at vera ógvuliga illa fyri, men hann hevur ikki verið serliga sinnaður at greiða frá hendingini.

Tí veit løgreglan framvegis ikki so nógv um, hví hann fór so ógvusliga til verka.

Tað var um átta tíðina í morgun, at ein 18 ára gamal maður fór inn í eini hús, har eitt ungt par, bæði um 20 ára aldur, lá og svav, og legði á tey við knívi.

Løgreglan sigur, at tey sluppu sær undan og hildu á dyr, einar 50 metrar yvir til húsini hjá ommuni og abbanum tann unga mannin, sum varð stungin.

Men maðurin við knívinum helt aftan á tey, heilt inn í sovikamarið hjá teimum eldru hjúnunum og har brúkti hann eisini knív ímóti bæði ommuni og abbanum.

Tey vardu seg og maðurin fór so á dyr og fór til gongu frá húsinum, men varð so handtikin stutt eftir.

Sami maður varð eisini handtikin og skuldsettur fyri harðskap í Klaksvík leygarnáttina.