Stúra fyri regn-ruðuleika í Sahara

Komandi tíðin kann gerast ein hin vátasta, sum nakrantíð er skrásett í Sahara, og regnið kann fara at veksa við heili 1000 prosentum.

 

Sahara, sum er heimsins størsta heita oyðimørk, kann rættiliga fara at kenna sviðan av regni teir næstu dagarnar.

 

Oyðimørkin røkkur inn í heili tíggju lond, Marokko, Algir, Tunesia, Libya, Egyptaland, Sudan, Tsjad, Mauritania, Mali, Niger og Vestur-Sahara.

 

Í teimum pørtum av oyðimørkini, sum liggja lágt, er vanliga nøgdin av regni gjøgnum eitt ár minni enn 50 millimetrar - og fimm millimetrar eystast í Sahara.

 

Men, nú eru útlit til, at tað rættiliga kann fara at regna í oyðimørkini í endanum av august og í fyrru hálvu av september.

 

Tað sigur veðurfrøðingurin, Ben Noll, sum starvast hjá National Institute for Water and Atmospheric Research (NIWA).

 

Hann heldur, at regnið í  pørtum av Sahara ta næstu tíðina saktans kann fara at veksa við 500 til 1000 prosentum.

 

- Tað kann fara at regna í økjum í Sahara, har tað ongantíð hevur regnað áður, sigur veðurfrøðingurin á X, fyrrverandi Twitter.