Í síðstu viku sendi altjóða gjaldoyragrunnurin IMF 350 milliónir dollarar – slakar 2,2 milliardir krónur – til stjórnina í Myanmar sum hjálp at berja niður koronufarsóttina.
Fáar dagar seinni tóku herleiðarar valdið við einum kvetti og handtóku demokratiskt valda leiðaran Aung San suu Kyi.
Og tað sær út sum, at tað er ógvuliga lítið, sum IMF kann gera fyri at krevja pengarnar, sum eru ein partur av einum óbindandi neyðhjáparpakka, aftur.
Hjálparpakkin varð góðkendur av IMP 13. januar – 19 dagar fyri hernaðarkvettið, sum var tíðliga mánamorgunin lokala tíð.
Tað siga keldur, sum vita um peningahjálpina eins og altjóða fíggjarserfrøðingar.
– Vit fylgja gongdini neyvt. Vit eru stúrin um gongdina og hvussu hon ávirkar fólkið í Myanmar, sigur ein talsmaður fyri IMF í eini fráboðan týsdagin.
Viðkomandi váttaði samstundis, at pengarnir vórðu fluttir í síðstu viku.
Joe Biden, sum stendur við síni fyrstu altjóða kreppu sum forseti í USA, hevur hótt við nýggjum tiltøkum ímóti herovastunum í Myanmar.
Samstundis er amerikanska uttanríkisráðið farið at gjøgnumganga stuðul sín til landið.
USA hevur størstu ávirkan í IMF, sum hevur tillutað Myanmar tilsamans 700 milliónir dollarar – góðar 4,3 millardir krónur – í neyðhjálp til koronuhandfaringina seinastu sjey mánaðirnar.
Í sambandi við útgjaldingina í síðstu viku upp á 350 milliónir dollarar segði IMF, at pengarnir skuldu hjálpa Myanmar at nøkta trýstið, sum »landið er komið undir av covid-19-farsóttini«.
Mótvegis vanligu fíggingarverkætlanum hjá IMF, har lond skulu lúka ávísar treytir, er her talan um bráðhjálp uttan á nakran hátt at verða kravd aftur.
– Eg kenni ikki onnur slík dømi, har pengar, sum verða góðkendir av stjórnini í IMF, kunnu takast aftur, sigur Stephanie Segal, sum er fyrrverandi búskaparfrøðingur í IMF og í amerikanska fíggjarmálaráðnum.
Tað er óvist, hvussu kvettfólkini fyrihalda seg til alllar hesar pengarnar.
Tað besta vildi verið, um tann stjórnin, sum kemur til valdið í Myanmar, brúka pengarnar skilagott, tí hon ynskir at hava gagnlig viðurskifti við IMF.
Tað sigur ónevnd kelda, sum kennir til málið.
Síðani byrjanina av koronukreppuni í fjør hevur IMF veitt neyðfígging til 80 lond.
/ritzau/Reuters