Stutt um OL

Franska manslandsliðið í fótbólti hevði eina góða byrjan uppá OL-kappingina í kvøld framman fyri heimaáskoðarunum í Marseille.

 

Frakland vann 3-0 á USA í fyrsta bólkadystinum.

Málini skoraðu liðskiparin Alexandre Lacazette, evnaríki Michael Olise, sum kom til Bayern München í summar, og Loic Bade. 

Í seinna dystinum í bólkinum vann Nýsæland 2-1 á Guinea.

/ritzau/