Eivind Jacobsen
Form., Hondbóltssamband Føroya
????
Tað er ikki frítt at tað er stuttligt at verða formaður í HSF. Tað byrjaði í mai 2003 við at feløgini á aðalfundi høvdu givið grønt ljós til eina ætlan við nógvum útreiðslum og lítlum inntøkum. Nýggja nevndin tók við í juni og fekk bjarga HSF undan húsagangi í fyrsta umfari. Í oktober 2003 vitjaði útlendskt lið og undirritaði mátti í skundi finna eina bankabók at gjalda flogferðina, soleiðis at liðið slapp við flúgvaranum. Og síðan í bankan at lána kr. 300.000 til HSF.
Í januar/februar 2004 var aftur galið. Tá var landsliðsvenjari v.m. var á skránni. Tá mátti undirritaði leggja rygg til mangt og hvat og uppsøgnin var send HSF. Men eftir umbøn frá góðum fólki var boða til limafund og enn einaferð bjargaðu vit HSF undan konkursi. Um uppsøgnin ikki var tikin aftur hevði HSF 100% sikkurt verið konkurs. Um støðan ikki var so kritisk hevði uppsøgnin ikki verið tikin aftur.
Á einum limafundi var undirritaði av felagsformanni, vegna alla nevndina, skuldsettur fyri at melda hann/teir fyri stórt skattasvik og lagt var upp til at formaðurin í HSF mátti fara frá. Men tað tóku hini feløgini ikki undir við. Persónliga havi eg mist uml. Hálva millión av hesum. Men tað sum verri er, er at tvey púra ósek starvsfólk hava mist sítt starv.
Nógv rok var eisini tá undirritaði noktaði at krevja kr. 5.000 fyri at amatør-leikarar flyta mill-um feløg. Tað finst eingin fundarfrágreiðing um nær hetta er sett í gildi og hvat gjaldast skal fyri. HSF hev-ur eisini skriv frá advokati, sum sigur at talan er um "slavuhandil". Men feløg-ini eru óð við formannin. Men tað má bíða inntil kanningar staðfesta hvat vit kunnu og vit ikki kunnu.
Seinasta nýggja er at blíva lagdur undir at lúgva av Sosialinum. Men sjálvandi hevur Sosialurin sínar keldur sum tíverri eru skeivar. Nakað av hesum kenni eg aftur. Men eg hevði vænta at fjølmiðl-ar-nir kanna betur eftir áðrenn teir prenta eina søgu.
Men tað er ikki vist at tað blívur við at verða stuttligt!?