At Koks nú fekk sína aðru Michelin-stjørnu, gleðir eisini bóndahjúnini á garðinum í Stóru Dímun, Evu úr Dímun og mannin, Jógvan Jón Petersen, sum er uppvaksin á Sandi. Tey eru fegin um vera veitarar av rávørum og stuðlar undir teirri menning, sum føroyska matstovuvinnan hevur verið fyri.
Jógvan Jón Petersen vísir á, at umframt at vera veitarar av rávørum, kjøti og ymiskum grønmeti, til Koks, er Dímunargarður eisini veitari av rávørum til aðrar matstovur í Føroyum. Vørur úr Stóru Dímun verða eisini seldar kring um í Føroyum gjøgnum føroyska heilsølu.
- Jú, hetta er ein spennandi tíð, hvat viðvíkur føroyskum matstovuvirksemi og soleiðis eisini føroyskum rávørum, og tað verður áhugavert at fylgja við og síggja, hvussu langt hetta røkkur, sigur Jógvan Jón Petersen, sum vísir á, at Dímunargarður hevur eitt gott samstarv við Poul Andrias Ziska á Koks.
Dímunargarður hevur bæði seyðakjøt, neytakjøt og ymiskt grønmeti, serliga røtur, og tað stendur ongantíð á at selja føroysku vørurnar, sum eru nógv eftirspurdar.
- Poul Andrias Ziska ringir, tá hann hevur onkur ynski. Vit snakka saman og royna altíð at finna út av, hvussu vit loysa uppgávuna. Hann er góður í ráðum, og honum dámar væl, at vit eisini hava onkur hugskot. Tey brúka ikki altíð so nógv av øllum, og tað eru ofta smærri veitingar í senn.
Jógvan Jón Petersen vísir á, at viðhvørt eru tað stelkarnir av rótum ella blomstringin á stelkunum, ið spurt verður eftir. Tað er bara hugflogið, sum setir mørkini, og tað er bæði stuttligt og spennandi at síggja, hvussu væl tey á Koks hava duga við hesum, og hvussu væl tey hava duga at lýst vøruna niður í smálutir.
Í VikuskiftisSosialinum er ein størri samrøða við Jógvan Jón Petersen um veitingar av kjøti og grøði, sum Dímunargarður hevur.