Styrk til sjálvboðið arbeiði og heimleys

Tað eru so nógv, sum sjálvboðin brúka nógva tíð og orku fyri onnur. Fólk, feløg og samkomur skipa fyri tónleiki, ítrivum, ítrótti og skótum - og gera dagliga eitt veldigt arbeiði fyri allar aldursbólkar, sum ikki kann gerast upp í pengum. Kommunan skal stuðla teimum

Tað eru ikki tey, sum rópa harðast. Ikki tey, sum krevja nakað. Men sum hinvegin í tí stilla nýta sína tíð og orku til at gera mun fyri onnur. Púra ósjálvsøkið.

 

Størsti parturin av tilboðunum er til børn og ung, men tað eru sanniliga eisini nógv tiltøk til okkum onnur, tilkomin og eldri. Tey skipa fyri ítrivum, hugnaløtum, tiltøkum og døgurðum, har barnafamiljurnar eisini kunnu smyrja matpakka til dagin eftir. Tað eru jólaveitslur, nýggjársveitslur, legur og opið hús, tá ið tiltøk og serligir dagar eru í býnum. Tað er eitt veldiga stórt arbeiði. Tá ið tey hendinga ferð biðja um styrk frá kommununi, skulu tey sjálvandi fáa tað.

 

Hesi sjálvbodnu tryggja jú, at fleiri fólk verða loftað og hava ein sunnan felagsskap at koma í, har tey kenna seg vælkomin. Tað sparir kommununi nógvar pengar.

 

Øll hava jú týdning, og tað er dýrt at missa bara ein, einstakan burtur ímillum.

 

Loysn til tey heimleysu

 

Landið og kommunan eiga eisini í felag at seta inn við hjálp til tey heimleysu, sum nú í stóran mun verða loftað av samkomum og góðum felagsskapum.

 

Tey flestu heimleysu enda í Havn, og tí mugu landið og Tórshavnar kommuna finna eina góða, varandi loysn, sum kann hjálpa og skapa betri karmar. Tey sjálvbodnu taka í dag eitt væl størri tak, enn hvat rímiligt er.

 

Tórshavnar kommuna skal taka sær væl av teimum, sum tørva hjálp – og hon skal taka sær væl av teimum sjálvbodnu, sum taka sær av øðrum.

 

Her skulu vit jú øll trívast,

 

Elin Heðinsdóttir Joensen, Valevni fyri Javnaðarflokkin