Upptakt
Fyri ein ítróttarskrivara kann tað vera eitt sindur møtumikið, at fótbóltslandskappingin byrjar um høgtíðina. Serstakliga tí hetta ger tað at kalla vónleyst at hava eina feska upptakt til ymsu liðini, sum skulu í eldin annan páskadag.
Í so máta kundi tað verið ynskiligt, at fyrstu dystirnir vórðu spældir skírisdag, men tá vildi talan helst verið um hálvgum ræstar dystarfrásagnir, tá næsti útgávudagurin er um knappa viku, so alt í alt fær tað helst ikki verið øðrvísi enn tað sama.
Hinvegin verður lesarin ikki snýttur fyri fótbóltsskriving um høgtíðina, tí í blaðnum í dag er stóra fótbóltsblaðið hjá Sosialinum, sum vit í dag geva út sjeynda árið á rað.
Brak í Klaksvík
Fyri fyrstu ferð verður fótbóltslandskappingin í bestu deildini ? sum nú eitur Formula-deildin - í ár leikt yvir 27 umfør, og longu í tí fyrsta av hesum eru tvær styrkisroyndir, sum tykjast serstakliga áhugaverdar.
Ikki minst kann talan gerast um ordans brak í Klaksvík, har javnaldrarnir báðir, KÍ og HB, fara at takast. Seinnu árini hevur HB havt munin, og ikki minst man tað níva í Klaksvík, at HB nú skal roknast sum mest vinnandi felag í landinum.
Seinasta vikuskifti vunnu bæði liðini seg víðari í steypakappingini, og hjá HB mundi sjálvsálitið fáa eitt lop rætta vegin, tá teir uppiborið vunnu á NSÍ. Hinvegin ber illa til at nýta 7-1 sigurin á Fram sum nakað mát fyri styrkina hjá KÍ í ár. Hinvegin kunnu klaksvíkingarnir líta aftur á KÍ-kappingina fyrr í mánaðinum, har teir vunnu 4-1 á HB. Tann dystin varð sagt, at spælið hjá KÍ var á eini heilt, heilt góðari leið, og so er spurningurin, um teir megna at finna tað spælið framaftur.
NSÍ sýndi til tíðir veikleikar, tá teir vitjaðu HB farna sunnudag, og hesaferð skulu teir so aftur í Gundadal. Hesaferð móti B36.
Í árstalsfelagnum hava teir í ár enn einaferð styrkt sær um liðið, og vónin er heilt greitt, at silvurið frá í fjør skal skifast um við gull í ár. Sigurin á Skála í steypakappingini bar boð um, at liðið er við at vera væl fyri, og megna teir at leggja fyri við einum sigri á NSÍ, sær kanska slettis ikki so galið út, hóast tað framvegis eru 26 dystir eftir tað at spæla.
TB sum ókendur faktorur
Í Vági verður endurtøka av 1/8-finaluni í steypakappingini, tá ÍF kemur á vitjan. Sunnudain vann ÍF tepran sigur vesturi á Eiðinum, og verður úrtøkan hin sama hesaferð, er einki at ivast í, at teir eru væl nøgdir.
Í Gøtu hevurEB/Streymur staðið seg væl seinnu árini. Teir eru tó skerdir av leikbanninum, sum Marni Djurhuus hevur, eftir at hann fekk reytt kort seinasta vikuskiftið. Gøtumenn hava seinnu árini lagt dent á at byggja eitt nýtt lið upp, og so verður spennandi at síggja, hvønn íblástur Sámal Joensen og Magni Jarnskor kunnu geva ungu monnunum.
Seinasti dysturin verður á Skála, har heimaliðið má roknast sum stórfavorittur, nú TB kemur á vitjan. Hinvegin kann TB yvirraska í ár, tí liðið hevur fleiri ókendar faktorar. Ikki minst verður spennandi at vita, í hvønn mun nýggju útlendingarnir fara at styrkja um liðið.