STYRKJA FYRIBYRGJANDI FYRISKIPANIR

Tórshavnar Kommuna skal ganga á odda við at seta fyribyrgjandi fyriskipanir í verk, fyri at tryggja børnum og ungum góða sálarheilsu, menning og fyribyrgja mistrivnað.

Børn, foreldur, starvsfólk á dagstovnum og skúlum skulu fáa neyðugu hjálpina, ráðgevanina og umsorganina í røttu løtu. Við at seta røttu fakligu hjálpina inn so skjótt sum tilber, skulu oftani ikki so nógvar tillagingar til, fyri at fyribyrgja mistrivnaði, skúlaaftran og avbjóðingar í at meistra lívsins viðurskiftir. Hetta kann m.a gerast við, 

•    at styrkja samstarvið, sum barnaverndartænastan hevur við skúlar og dagstovnar í Tórshavnar Kommunu, har sosialráðgevarar koma út á allar stovnar og arbeiða sosialfakligt og kenna skipaninar, uttan at barnið og familjan gerst eitt mál í barnaverndarskipanini. 

•    at styrkja SSP samstarvið

•    at styrkja og mennað barnaverdartænastuna

•    at sálarfrøðingur verður knýttur til fólkaskúlarnar. Tað er sjón fyri søgn, at hetta ger mun, nú vit í løtuni hava eina verkætlan í Skúlanum við Løgmannabreyt, við sálarfrøðingi

•    at royna eina verkætlan, har ergo-og fysioterapeutar eru úti í skúlum og dagstovnum, við at eygleiða og seta stimbrandi tiltøk í verk, sum eru við til at menna og styrkja barnið bæði sálarliga, heilsuliga, fakliga og sosialt

•    at tilboðið “ungt summar” sum Margarinfabrikkin hevur koyrt tvey tey seinastu árini, verður eitt fast afturvendandi átak, sum styttir um longu summarferiuna hjá ungdómum, við nógvum stuttligum og kreativum verkstovum, sum skapa vinarbond, góðan felagskap og góð upplivilsir fyri lívið

Tað kostar kassan, bæði menniskjaliga og fíggjarliga at venda blinda eyga til, til fyribyrgjandi fyriskipanir. Ein hugburðsbroyting skal til, viðvíkjandi raðfestingunum á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu 

Súna Mørk, Býráðslimur

X við valevni á Kommunulistanum