Styttist til Norröna kemur

Mánadagin 7. apríl verður nýggja Norröna handað Smyril Line. Tað fer fram á Flender Werft skipasmiðjuni niðri í Lübeck í Týsklandi. Norrøna kemur á fyrsta sinni til Havnar 10. apríl

 

Nógv hevur verið at hoyrt og tosað um nýggju Norrönu. Og nú styttist av álvara til nýggja ferðamannaskipið fer at leggja at í Havnini. Hósdagur tann 10. apríl er ásettur sum dagur, tá Norröna kemur fyri fyrstu ferð inn á Havnina.
    Áðrenn skipið kemur til Føroya verða tað fleiri, sum fara niður til Lübeck at hyggja, meðan Norröna verður handað og pappírini verða undirskrivað.
    - Vit hava bjóðað umboðum fyri teimum stóru partaeigarunum í Smyril Line, fjølmiðlafólki og øðrum niður, sigur Kári Durhuus, fjølmiðlaráðgevi hjá Smyril LIne.
    Undirskrivingin og handanin verður mánadagin tann 7. apríl. Í Lübeck verður so eitt lítið hátíðarhald við røðum.


Full

Stórur áhugi er eisini fyri nýggja ferðamannaskipinum. Páskatúrarnir sum vera gjørdir beint eftir eru allir fullir, og eisini í útlondunum er áhugin stórur fyri skipinum.
    - Vit hava havt nakrar tíðindafundir niðri í Týsklandi, og teir hava verið væl vitjaðir. Eisini í Hollandi hevur áhugin fyri Norrönu verið stórur, sigur Kári Durhuus.
    Tíðindafundur hava verið hildin niðri í Týsklandi í samband við eini stóra ferðavinnustevnu, sum eitur ITB, og á tí eina fundinum vóru heili 45 fjølmiðlafólk uppmøtt, og verður hetta mett at vera ógvuliga gott.
    - Tá vit taldu saman funnu vit útav, at bara í februar mánaði hava 73 greinir staðið í týskum bløðum um Norrönu, so áhugin har er ógvuliga stórur.
    Ein av orsøkunum til, at Smyril Line hevur avgjørt at marknaðarføra seg á henda hátt niðri í Týsklandi og Hollandi er, at bæði týskarar og hollendarar vísa stóran áhuga fyri at koma niðan í Norðuratlantshavið. Serliga er tað Ísland, sum dregur.
    - Tað eru 100 milliónir fólk, sum tosa týskt, so marknaðurin er stórur. Ísland hevur teirra stóra áhuga, og tað at ferðafólkini steðga ein ella tveir dagar í Føroyum er als ikki verri fyri føroyska ferðavinnu, sigur Kári Durhuus.
    Hann ásannar tó, at fótbólturin ger eisini stóran mun. Kanska serliga nú Føroyar skulu spæla ímóti Týsklandi í juni.
    - Bæði Føroyar, Ísland og Skotland gera tað, at áhugin er stórur. Fótbólturin hevur so ótrúliga nógv at siga, sigur Kári, sum veit at siga frá, at fleiri kenna til Føroyar bara av fótbóltinum. Til dømis tá Føroyar vunnu ímóti Eysturíki fyri 12 árum síðani, og so eisini úrslitið ímóti Týsklandi fyrr í heyst.
    Smyril Line hevur fingið fleiri fyrispurningar viðvíkjandi fótbóltsdystunum, men trupulleikin vísir seg tó at vera innivist í Føroyum. Men hetta er ein trupulleiki, sum ferðavinnan í Føroyum arbeiðir hart fyri at loysa í løtuni.
    Áhugin fyri Norrönu vísir seg at vera nógv størri enn Kári Durhuss, sum fjølmiðlatalsfólk, hevði vónað.
    - Tá tað kemur til PR, so hevur tað eisini nógv at siga, hvar tú ert kendur. Í Danmark kenna tey til Smyril Line, og tað sama í Noregi. Men í Svøríki minni.

Flagga út

Herfyri varð boðað frá, at um verkfallið hjá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag stendur við, so fer Norröna at flagga út. Tað vil siga, at hon kemur ikki undir føroyskt flagg - í øllum førum ikki enn.
    - Sum eg skilji á leiðsluni, so er stórur møguleiki fyri hesum, um verkfallið ikki endar. Møguleikarnir eru nógvir. Tað kann væl vera, at Norröna verður verðandi undir týskum flaggi, tí tað er hon nú skipið verður bygt, sigur fjølmiðlaráðgeviin.
    Nú eru so bara eini 20 dagar til nýggja og stásiliga ferðamannaskipið kemur til Føroya, so nú er ikki nógv annað at gera enn at bíða í spenningi.