Suðringar leingja við ein av sínum egnu

23 ára gamli Eirikur Magnusarson Ellendersen hevur skrivað undir sáttmála við TB/FC Suðuroy/Royn fyri komandi kappingarár, boðar felagið frá.

 

Eirikur Magnusarson Ellendersen spældi 24 av teimum 27 dystunum hjá suðuroyarliðnum í Effo-deilini í fjør. Fyrsta Effo-deildardystin spældi hann 24. mars í 2012. Hann hevur tilsamans spælt 101 dystir í Effo-deildini og skorað trý mál. Hann hevur alla sína yrkisleið umboða TB og nú seinasta árið samanlagda suðuroyarliðið.

 

Eirikur Magnusarson Ellendersen umboðaði eisini føroyska landsliðið á U17 og U19 landsliðunum, tá hann hevði aldur til tess.