Millum 200 og 300 litrar av olju fóru fyrrapartin á sjógv á Vestaru Vág í Havn, har menn arbeiddu umborð á trolaranum Suðringi Maskinmenn vóru í ferð við at gera nakrar trýstroyndir í tangunum á Suðringi, og av einari ella aðrari orsøk fór olja út ígjøgnum ein luftventil á dekkinum.
Millum 200-300 litrar vóru farnir á sjógv, áðrenn ein av maskinmonnunum á Suðringi varnaðist mistakið og boðaði løgregluni frá.
Tórshavnar Sløkkilið hevur tikið oljuna uppaftur, og løgreglan hevur skrivað frágreiðing, sum verður latin fútanum.