Faroe Farming varð stovnað 19. november í 2003. Tá varð alingin í Suðuroynni umskipað, eftir at sjúka og annað hevði lagt alingina í oyði, og menn máttu kasta frá sær.
Mennirnir, sum tóku við, vóru ikki ókendir ella óvanir við alivinnuna, tí teir høvdu áður fingist við aling, nevniliga frá 1990 til 1999, tá aðrir tóku við frá 1999 til 2003. Men tá sjúka legði hesar royndir í oyði, tóku somu menn við aftur.
Tað var Erhard Joensen í Vági, ið saman við øðrum, stovnaði Faroe Farming, og royndi at byggja uppaftur hesa viðbreknu vinnu.
Tað vóru sterkir íleggjarar, ið vóru við, nevniliga Eik, Framtaksgrunnurin, Faroe Seafood, Havsbrún og eitt íløgufelag í Suðuroynni, nevnt Suðuraling.
Baldrut byrjan
Faroe Farming bygdi víðari á rovini á tí, ið var farið. Faroe Farming eigur øll loyvini á sjónum í Suðuroyarøkinum.
Men byrjanin var baldrut.
- Sjúka kom uppí leikin longu fyrsta árið, og vit fingu keðiligt úrslit, men felagið var so umskipað í 2005, greiðir Erhard Joensen frá.
Og síðani hevur gingist betri.
- Vit hava ein kapasitet uppá 3500 tons árliga, men ætla at økja til eini 4500 tons, sigur Erhard Joensen.
Faroe Farming hevur aliringar í Øravík, Vági, Lopra og Hovi, og alt verður slaktað í Vági, har felagið leigar ein stóran bygning, ið bæði hýsir fiskaarbeiði og skrivstovum.
Stórt arbeiðspláss, ið gevur avlop
Og Faroe Farming hevur megnað at gera alingina til eitt stórt arbeiðspláss í Suðuroynni, tí eftir nøkur ár, har arbeiðið ikki hevur verið støðugt, eru teir nú komnir í fulla framleiðslu, og 48 fólk eru í fulltíðarstarvi.
At teir nú hava fulla framleiðslu merkir, at arbeitt verður nú á sláturvirkinum alt árið, har tað annars hava verið steðgir í undanfarin ár.
- Vit eru næstminsta alifelag í Føroyum, sigur Erhard, men ásannar, at í Suðuroynni er slíkt arbeiðspláss av stórum týdningi.
Hann leggur afturat smílandi, at hóast smá, so er talan um heimsins besta alda laks, og sipar hann her til grein í Faroe Bussiness Report 2008, har hann sigur júst hetta, men annars greiðir nærri frá hugsjónini hjá Faroe Farming, tá tað snýr seg um aling.
- Tað gongur væl, og vit høvdu 5,3 milliónir í avlopið í fjør fyri skatt, og umseta fyri 80 milliónir árliga, greiðir Erhard Joensen frá, og leggur afturat, at teir sjálvandi vóna, at gongdin heldur fram.
- Ætlanin er nú at seta út 500.000 smolt í Hovi, í Øravík ganga 700.000 smolt og seinni í heyst ætla vit at seta eina millión smolt út í Vági. Hetta skuldi givið eina framleiðslu á 4.500 tons og eini 50 fólk í arbeiði, umframt onnur, so sum smiðir, teir ið gera kassar og onnur, sigur Erhard Joensen.
Hann fegnast um jaligu gongdina, ið lítla felagið hevur havt, og dylir ikki, at hann heldur vil ganga stillisliga við hurðunum, en rópa so hart, men hann smæðist tó ikki við at siga, at starvsfólkið er gott.
- Tað hevur ongantíð staðið á at fáa fólk, og fólkini vit hava eru sera røsk. Tað er gott fólk allan vegin ígjøgnum, ið vit hava, sigur Erhard Joensen, stjóri í Faroe Farming.