Suðuroyar Manskór letur hoyra frá sær

Suðuroyar Manskór er helst millum yngstu kór í landinum, og eisini eitt av fáu manskórunum í Føroyum. Kórið hevur fá ár á baki, men hevur ment seg til eitt gott og virkið kór, sum hevur sett dám við ymisk tiltøk, og eisini hevur verið á ferð uttanfyri landoddarnar.

Sunnudagin er høvi aftur hjá suðuroyingum, og vitjandi í Suðuroynni, at hoyra kórið, tá kórið er partur av guðstænastuni kl. 11 í Vágs Kirkju, har Jónsvein Bech prædikar.

Suðuroyar Manskór hevur kanska ikki so nógvar framførslur árliga, men nú er so aftur eitt høvi at hoyra kórið. Jens Knudsen stjórnar Suðuroyar Manskóri.