svimjing
tíðindaskriv
Tað verður spennandi tá svimjikappingin Suðuroyar stevnan verður nú um vikuskiftið, eitt er at meir enn mánaði er síðan svimjararnir í hesum aldurbólki kappaðust seinast, eitt annað er at landsliðsvenjarin Petur Heðin á Fløtti verður á plettinum og skal velja tey bestu til NJM- Nordisk Junior Mesterskab sum verður í Oslo 6-7des.
Tey ið kunna luttaka til NJM eru dreingir føddir 1986/87 og gentur føddar 1988/89.
Hetta er ein kapping á sera høgum støði, og svimjarar úr øllum norðanlondum verða við.
Sunnudagin tá kappingin í Vági endar, fer Petur Heðin á Fløtti at kunngera hvørji hann hevur valt at umboða Føroyar í ár.
Suðuroyar Stevnan er fyri svimjarar bólkur 3 og eldri, t.v.s.svimjarar føddir 1992 og eldri
Luttakandi feløgini til kappingina í Suðuroy verða: TS,VS,HS,Flot;Skeggjar;FS,Ægir