Suðuroyarleiðin og ?Fimmarin? 29.05.05

Nevnda útvarpssending gav einum varhugan av, at landspolitiska umsitingin og almenni stovnurin, ið hava ábyrgdina av siglingini um Suðuroyarfjørð, tulka løgtingsins vilja politiskt. Spurningurin er tí, um hesir myndugleikar/stovnur kenna sína arbeiðsuppgávu, og ikki taka til sín ein politiskan leiklut, sum teimum ikki tilkemur.

Landsstýrismaðurin føldi trongd til enn einaferð at nýta høvi til at seta Suðuroyarsiglingina í sam- felagsbúskaparligan samanhang, og vísa á, at íløgan í eitt nýtt Suðuroyarskip, er ein stór íløga í mun til samlaða føroyska búskapin. Suðuroyingar flest eru annars av teirri fatan, at løgtingið hevur tikið avgerð um at byggja nýggja skipið. Boðskapurin hjá landsstýrismanninum er tí undrunarverdur.
Jú, væl eru 305 mió. kr. ein stór íløga. Men hyggja vit at hesari íløgu í mun til tær raðfestingar og tann politikk flokkurin hjá landsstýrsimanninum saman við hinum fullveldisflokkunum hevur framt í verki seinastu 4 árini, kunnu vit staðfesta, at niðurskurðurin í blokkinum (367 mió. kr. pr. ár) og vøksturin í rakstrarútreiðslunum til rakstur av yvirtiknu málsøkjunum (á pappírinum aðrar 367 mió. kr. pr. ár), samanlagt gevur eina uphædd uppá uml. 734 mió. kr. pr. ár. Her er í samfelagsbúskap- ligum høpi talan um ein ógvuliga stóran árligan inntøkumiss/vøkstur í rakstrarútreiðslunum.
Føroyska samfelagið kundi nevniliga keypt og goldið tvey Suðuroyarskip pr. ár fyri samlaðu upphæddina. Yvir eitt 4-ára valskeið høvdu samlaði inntøkumissurin og hækkaðu rakstrarútreiðsl- urnar, verið nóg mikið til at rinda fyri bæði eitt Suðuroyarskip og tunnlarnar undir Vestmannasund og Leirvíksfjørð.
Tað skal flytast nógvur fiskur um firðir og sund, um vit vilja varðveita vælferðina og árliga vinna inn aftur oman fyri nevndu 734 mió. kr. pr. ár. Tí hevur løgtingið álagt landsstýrismanninum og Strandfaraskipum Landsins at skipa fyri nøktandi ferðafólka- og farmaflutningi í okkara oyggja- samfelag. Skulu vit seta samferðsluna millum oyggjarnar í samfelagsbúskaparligan samanhang og tosa um politiskar raðfestingar, so lat okkum gera til fullnar.
Annars vóru landsstýrismaðurin og umboðið fyri Strandfaraskip Landsins ógvuliga samdir um, at heimsmarknaðurin fyri ferjur, egnaðar at leiga til Suðuroyarleiðina, er avmarkaður. Suðuroyingar minnast væl, at landstýrismaðurin, eftir at Strandfaraskip Landsins hevði kannað heimsmarknaðin og handaði landsstýrismanninum tilmæli um at byggja nýtt suðuroyarskip, fekk tilboð um at keypa ?Norrønu?, og at landsstýrismaðurin kom til tað niðurstøðu, at tað var ábyrgdarleyst, ikki at viðgera tilboðið frá ?Smyril Line? landspolitiskt. Tá spurdi mangur suðuroyingur seg sjálvan, hvørt tað var Strandfaraskip Landsins, ið hevði leitað ov illa, ella um tað var landsstýrismaðurin, ið hevði betur eygu enn serkunnleikin.
Umboðið fyri Strandfaraskip Landsins kundi ikki lata vera við at viðmerkja, at suðuroyingar (hann hugsar væl føroyska samfelagið) miðskeiðis í 1970-unum (fyri 30 árum síðani) fingu ?eitt ógvuliga fínt skip?.Hvat umboðið fyri Strandsfaraskip Landsins vildi við hesari politisku viðmerking, og hvussu viðmerkingin skuldi tulkast, veit eg ikki rættiliga, og fari eg tí at lata tað liggja.
Heldur ikki kundi umboðið fyri Strandsfaraskip Landsins lata vera við at viðmerkja, at ?Smyril, einans er ov lítil til farleiðina fáar ferðir um árið. Um nevnda umboð tosar um kapasitetin í samband við farma- og ferðafólkaflutning og sjódygd, økismenning, ella um umboðið ger sær tankar um framtíðartørv og menning av oyggjasamfelagnum sum heild, veit eg ikki.
Samanumtikið er tó at vóna, at omanfyri nevndu politisku viðmerkingar frá almennum stovni og umsitingarliga landsmyndugleikanum, ikki hava ávirkan á dagliga raksturin av Suðuroyarleiðini, og at spurnartekin ikki verður sett við, hvat løgtingsins vilji er og tað sum í lógini um fólka- og farmaflutning verður nevnt nøktandi flutningur.