Suðuroyarleiðin og Leirvíksleiðin

    

Ferðaætlanin sum kemur í gildi 1. mai vísir greitt, hvussu væl ella illa tingmenn arbeiða fyri síni valdømi
Suðuroyarleiðin hevur 14 túrar um vikuna, meðan Leirvíksleiðin hevur umleið 140 túrar um vikuna og tvey skip sum ger, at títtleikin er sum hann er.
Ferðaætlanin til Suðuroy hevur haft 3 gerandisdagar, sum hava verið til gagns fyri suðuroyingar, men er hetta nú minkað við 33,3 prosentum ella til 2 gerandisdagar um vikuna við nýggju ferðaætlanini.
Orsøkin til hesa beistagerð skal verða, at hetta hevur eina sparing við sær uppá 4-500.000 krónur. Men eftir mínari meting er hetta bert gjørt tí Norðoyatingmenn við løgmanni á odda hava kravt, at Dúgvan skal sigla og kostar hetta SL 1,8 mió krónur eyka.
Við at skerja møguleikarnar hjá suðuroyingum við hesari broyting, kemur SL bert at mangla 1,3 mió krónur til at hava Dúgvuna siglandi.
Frágreiðingin, sum landsstýrismaðurin kom við á tingfundinum 30. apríl 2003 um at Smyril skal umvælast og at nógvur farmur var hósdag er einki annað enn uttanumtos.
Ein kann ikki siga annað enn, at suðuroyingar eru óluksáliga tolnir tí teir finna seg í øllum.