Eftir at næsta umfar varð avlýst vegna veður, hava liðini í 1. Deild bíðað spent eftir at sleppa í eldin aftur, og tað sást eisini aftur í teimum trimum dystunum, ið avgreiddir vóru um vikuskiftið.
Stórur munur á liðunum
Bæði á Tvøroyri og í Vági var talan um knúsandi heimasigrar, og himmalvíður munur var á liðunum. Soleiðis eigur tað eisini at vera, tá man hugsar um at tað vóru næstbestu liðini hjá EB/Streymi og KÍ, ið vitjaðu í Suðuroynni. Men hóast alt, so skal tað ikki takast meira frá avrikunum hjá TB og VB/Sumba.
Á Tvøroyri var tað serliga nýkomni havnamaðurin í TB, Jóhan Eivind Mouritsen, ið gjørdi bart, við at skjóta hattrick. Hann var eisini væl hjálptur av afturvenda porkenninginum Olivuri Abrahamsen, ið síðan kappingarenda í síðsta kappingarári, har hann gjørdist besti málskjútti í 1. Deild, hevur tikið sær av løttum, og ferðast eitt sindur. Um vikuskiftið var hann so av fyrsta sinni í ár aftur á liðnum, og ikki kann sigast annað, enn at hann kom væl frá uppgávuni. Við tveimum málum í 7-0 sigrinum, hevur hann longu togað seg eitt vet upp eftir toppskjúttarlistanum, har hann vanliga plagar at vera. Tvørámenn eru sera fegnir um at fáa hendan evnaríka suðringin aftur á liðið, og vóna og vænta at henda góða gongdin fer at halda fram.
Bert eitt lið í Vági
Frá fyrsta bríksli, var bert eitt lið á vøllinum vesturi á Eiðinum. Næstbesta liðið hjá KÍ var so rudduliga við undirlutan, og vóru noyddir at fara norð um suðuroyarfjørð aftur, ongul í reyv, við einum 8-0 ósigri í skjáttuni.
Oddadystur í Vágum
Í Sørvági hevði nýggja liðið í Vágum, 07 Vestur vitjan av argjamonnum úr AB. Hesi bæði liðini, saman við suðuroyarliðunum, eru tey einastu, ið hava møguleika til at flyta upp í bestu deildina, og var spenningurin tískil ikki sørur, undan dystinum. Eisini var spenningur, at síggja, hvussu liðini eru fyri, tí hetta var ársins fyrsta sokkallaða oddabrak, hóast tað enn er tíðliga at tosa um oddabrak.
Hvussu er og ikki, so var dysturin eins spennandi og væntað var. Eitt skifti var heimaliðið gamaní á odda heili 4-1, men við tveimum málum móti endanum, fekk AB pyntað heilt væl um úrslitið. Í Útvarpi Føroya leygardagin, var Albert Ari Thomassen spurdur um dystargongdina, og hann visti at siga, at Dysturin eins væl kunid farið til AB. Munurin tóktist kanska at vera neyvleikin í álopspartinum. Sjálvt spælið gekk kanska eitt sindur betur hjá gestunum. Men tá alt avtornaði, tá var heimaliðið við yvirlutan, og vann 4-3.
Bert tríggir dystir
Orsøkin til at bert tríggir av fimm dystum vórðu avgreiddir, er tann, at NSÍ og HB, innanhýsis eru komin ásamt um at flyta dyst teirra, vegna luttøkuna hjá formula liðnum hjá NSÍ í Atlantic Cup. Meðan Víkingur og B68 eru komin ásamt um at flyta dyst teirra til 18. apríl.
Í boks:
Úrslitini í triðja umfari:
TB-EB/Str. 7-0 (1-0)
1-0: Dan Mortensen
2-0: Allan Poulsen
3-0: Jóhan Evind Mouritsen
4-0: Olivur Abrahamsen
5-0: Jóhan Eivind Mouritsen
6-0: Olivur Abrahamsen
7-0: Jóhan Eivind Mouritsen
VB/Sumba-KÍ 8-0 (4-0)
1-0: Birgir Jørgensen
2-0: Dan Djurhuus
3-0: Kári í Lágabø
4-0: Jón K. Poulsen
5-0: Jón K. Poulsen
6-0: Jónar Dahl
7-0: Pól Thorsteinsson
8-0: Birgir Jørgensen
07 Vestur-AB 4-3 (3-1)
1-0: Silva da Braga, 4.
1-1: Tróndur Sigurðsson, 8.
2-1: Jovan Panic, 44.
3-1: Jens Erik Rasmussen, 45.
4-1: Tór Ingar Akselsen, 55.
4-2: Allan Mørkøre, 61.
4-3: Allan Mørkøre, 90.
NSÍ-HB dysturin er útsettur, og Víkingur-B68 dysturin er ásettur at verða spældur 18 apríl.