Nú sleppa tingmenn at taka støðu til, hvussu ofta Smyril skalsigla ímillum Havnina og Suðuroynna.
Í gjár legði Henrik Old uppskot á ting fyri javnaðarflokkin um at seta pening av til at Smyril kann sigla tveir túrar afturat ímillum Havnina og Suðuroynna.
Minst annar av teimum báðum túrunum skal vera til Vágs.
Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum fer ikki at kosta landskassanum eyka pengar.
Fyrr í ár setti samtykti løgtingið nevniliga eitt annað uppskot hjá javnaðarflokkinum um at seta eina millión av til at stuðla teimum sum búðu í útoyggj, so at tey vórðu meiri javntsett við tey í
Meginøkinum.
M.a. ger tað tilveruna trupla á útoyggj, at tey noyðast at betala munandi meiri í farmagjaldi fyri at kalla alt, sum tey skulu hava til lívsins uppihald, líka frá olju til grýn. Samstundis ger tað kappingarførið vánaligt, at tey skulu betala munandi meiri fyri alt, sum tey flyta av oyggjunum, eitt nú ídnaðarvørur, landbúnaðarvørur o.s.fr.
Uppskotið hjá javnaðarflokkinum varð tó ongantíð sett í verk, m.a. tí at løgtingsval kom upp í millum og loypti ólag á alt.
Flyta pengarnar
Nú vil Javnaðarflokkurin so hava uppskotið sett í verk og tí hevur flokkurin lagt uppskot fyri ting um, hvussu tann eina milliónin í økisstuðuli skal brúkast.
Men av tí, at nú eru bara tveir mánaðir eftir av árinum, heldur hann, at tað átti at borið til at býtt játtanina sundur, so at hon fór til fleiri endamál, sum tó eisini hava við menning av útjaðarunum at gera.
Javnaðarflokkurin hevur tí skotið upp, at Strandferðslan skal fáa 350.000 krónur av játtanini til at gera tveir túrar afturat við Smyrli ímillum Havnina og Suðuroynna.
Restin av milliónini, 650.000 krónur, skal so brúkast til økismenning av ymsum slag teir báðar mánaðirnar, sum eftir er av árinum.
Henrik Old sigur, at 350.000 krónur skuldi verið nóg mikið til at havt tveir túrar afturat ímillum Havnina og Suðuryonna, tað, sum eftir er av árinum.
-Tað fer so at geva løgtinginum høvi til at finna eina varandi loysn, nú fíggjarlógin fyri komandi ár er til viðgerðar.
Fyrra part í vikuni
Henrik Old sigur, at javnaðarflokkurin hevur ikki læst seg fastan í, nær teir báðir eykatúrarnir hjá Smyrli ímillum Havnina og Suðuroynna skulu vera.
Tað einasta, vit hava lagt okkum fast á, er, at minst annar av teimum skal vera til Vágs. Men ongantíð betri, um nevndin, sum kemur at viðgera uppskotið, kemur til ta niðurstøðu, at báðir túrarnir eiga at verða sigldir á Vág, leggur hann afturat.
Annars heldur Henrik Old, at tað er umráðandi at fáa fáa fleiri túrar ímillum Havnina og Suðuroynna fyrra part í vikuni.
-Eg hugsi serliga um mánadag, týsdag og mikudag, sigur hann. Um túrarnir so skulu vera mánadag og mikudag, mánadag og týsdag, ella týsdag og mikudag, mugu vit so finna útav.
Henrik Old dylir ikki fyri, at tað er fyrst og fremst umstøðurnar hjá vinnulívinum, hann hugsar um, tá ið hann vil hava Smyril at sigla fleiri túrar
- Er ein túrur t.d. suður um 10 tíðina mánadag, ber til at keypa fisk á uppboðsøluni og hava hann tilvirkingar á virkjunum klokkan eitt mánadag, ístaðin fyri, sum nú, týsdagar.
- Men tað slepst heldur ikki undan, at tað er neyðugt við einum eyka túri mánadagar, tí seinastu árini er tað blivin so nógvur farmur at føra, at skipið er fult hvørt einasta mánakvøld. Ikki minst verður hesin túrurin neyðugur í summar, tá í Norrøna fer undir summarsiglingina aftur.Tað er ikki nøktandi, at ferðafólk noyðastúr koyggjuni klokkan fýra-fimm um morgunin, men ikki sleppa suður fyrrenn seint á kvøldi, og tá undir so trongum umstøðum,sum nú, sigur Henrik Old.