Suðuroyggin úr Formula-deildini

Við tapinum á heimavølli fyri B71 misti VB/Sumba eisini teoretiska møguleikan at lívbjarga sær í Formula-deildini. Tað merkir, at suðuroyggin als ikki er umboðað á Formula-kortinum komandi kappingarár

Sæð burtur frá allar fyrsta umfarinum, tá VB/Sumba við heimasigri á AB byrjaði árið í ovaru hálvu av stigatalvuni, so hevur sæð hampuliga svart út við fótbóltsútlitunum í Vági í ár. Ikki fyrr enn átta umfør seinni – tá teir hittu AB aftur – vórðu stig fingin til høldar, og síðani hevur liðið spælt við knívinum á barkanum.

At talan í seinasta enda var um vónleysa uppgávu varð staðfest sunnudagin, tá B71 vitjaði. Hóast heimaliðið kom á odda við máli frá Suna úr Hørg, so hevði B71 svarað aftur heili tvær ferðir, áðrenn farið varð til hálvleiks. Eftir steðgin royndu vertirnir at stríðast, men tá Clayton Soares skoraði við brotssparki stutt undan leikloki, var spenningurin at kalla fokin. Og so munaði lítið, at heimaliðið minkaði um munin í seinastu løtu. Stig fekst ikki burtur úr dystinum, og so var niðurflytingin veruleiki. Bert sjey ár eftir, at VB fyri fyrstu og higartil einastu ferðina vann FM-heitið í fremstu føroysku mansdeildini.

 

Samanlegging er neyðug

Finn Johannesen, sum er landsliðsvenjari hjá U17-landsliðnum, hevur seiansta góða árið verið heilt nær fótbóltinum í Vági. Í fjør virkaði hann sum venjari seinnu helvt av kappingarárinum, og í ár hevur hann traðkað til, meðan høvuðsvenjarin hevur havt dystarbann.

Og hann er ikki í iva um, at samanleggingin, sum tosað hevur verið um, er einasta gongda leiðin, um Suðuroyggin skal aftur á Føroyarkortið, hvat Formula-fótbólti viðvíkur.

- Soleiðis sum gongdin hevur verið í oynni ígjøgnum nógv ár, so er eingin ivi um, at grundarlagið fyri fótbólti í fleiri feløgum er viknað heilt munandi. Tú kanst eisini samanbera við onnur øki í landinum. Í Norðoyggjum er tað bara KÍ, og í Vágoynni hava tey roynt samanleggingar av ymsum slag, fyri at fáa eitt nóg sterkt felag. Bæði hvat viðvíkur spælaratilfeingi, men eisini fyri at fáa fíggjarliga grundarlagið at røkka.

- Nú er sjálvandi ymiskt, hvussu samanleggingar hilnast, men sammett við hini økini, og við aktuellu støðuni hjá fótbóltinum í Suðuroynni í huga, so eri eg ikki í iva um, at hetta er einasta gongda leiðin.

Royndir hava nú eisini verið gjørdar við at leggja yngru liðini saman. Geva hesar royndir ikki eisini vónir fyri, at ein samanlegging kann virka positivt?

- Avgjørt. Hesar royndirnar hava í øllum førum verið sera positivar. Bæði tí liðini hava vunnið, men eisini tí fleiri spælarar á hesum eru mentir nógv og hava roynt seg á besta liðnum hjá VB/Sumba ella TB.

- Samstundis hava vit í dag ein veruleika, sum svart upp á hvítt staðfestir, at bæði VB/Sumba og TB spæla í fyrstu deild komandi kappingarár. So tí haldi eg, at ein yvirbygningur við einum felags liði avgjørt er tað, sum farast skal eftir. Fáa vit tá eitt sterkari felag, har spælaragrundarlagið er betri, og har skikkaðir venjarar eru til allar deildir, eigur hetta avgjørt at kunna virka positivt.

Og verður samanleggingin gjørd, so sum alt bendir á. Verður Suðuroyggin so aftur í Formula-deildini í 2009?

- Har kann eg so bara svara, tað sum eg haldi. Men við spælinum, sum TB sýnir í løtuni, og við spælinum, sum vB/Sumba til tíðir hevur sýnt í ár, so eigur ikki at vera minsti ivi um, at talan tá verður um eitt lið, sum bara steðgar eitt ár í fyrstu deild. Og alt annað líka vildi eg mett, at vit tá eisini hava eitt lið, sum í øllum førum stendur millum tey bestu átta í Formula-deildini eisini, sigur Finn at enda.