Suðuroyggin skal bera 43 % av sparingini

Kirstin Strøm Bech, Borgmeistari, Vágur
------

Fyri lítlum ári síðani byrjaði byggingin av ellis- og røktarheiminum í Vági av álvara, og í dag er húsið reist og verður væntandi liðugt í mars 2011.
Nú verkætlanin er veruleiki og er komin væl áleiðis, eru fólk byrjað at leggja inn umsóknir til búpláss, hóast viðtøkur og umsóknarbløð ikki eru gjørd ella lýst.
Tað er ikki neyðugt hjá mær at greiða frá truplu og møtimiklu gongdini í hesum máli. Hana kenna flest øll, men tað stutta av tí langa er, at fýra kommunur - Vágur, Sumba, Porkeri og Hov átóku sær eina lániskuld á góðar 35 mió kr afturfyri at fáa:
• 24 eldrabúpláss afturat í Suðuroynni
• Umleið 40 ársverk
Sjálvandi eru búplássini til eldri tað grundleggjandi og týdningarmesta í hesum máli, men 40 ársverk í einum øki, har kreppan rakti meint, og fólkaflytingin hevur verið stór, hevði havt alstóran týdning. Júst hetta tóktist eisini tá at liggja í kortunum hjá landsstýrinum.
Nú um dagarnar bórust tíðindi um ætlaðar sparingar á eldraøkinum. Útbyggingin á økinum verður ikki eins stór og ætlað, og 30 búpláss skulu niðurleggjast.
Av hesum 30 plássum eru tey 13 í Suðuroynni – einum øki har fólkasamansetingin er soleiðis háttað, at lutfalsliga eru fleiri eldri fólk enn í øðrum økjum.
Í Suðuroynni búgva umleið 10% av Føroya fólki. Sparingin hjá Rósu Samuelsen leggur upp til, at eldraøkið í Suðuroynni skal bera góð 43% av ætlaðu sparingini.
At grunda hesar ætlaðu broytingar á sømiligar og virðiligar umstøður á Suðuroyar ellis-og røktarheimi fellur einum fyri bróstið. Sjálvandi skulu okkara gomlu og røktarkrevjandi hava sámuligan bústað, men hetta er ikki orsøkin til ætlaðu broytingar á hesum heimi.
Rósa Samuelsen - kalla ein spaka fyri ein spaka. Broytingin er ein kærkomin undanførsla fyri sparingum á økinum.
Heldur enn at niðurpína eldraøkið og ikki minst tær kommunur, sum hava átikið sær at byggja nýggja ellis-og røktarheimið, átti tillagingin á Suðuroyar ellis- og røktarheimi at verði gjørd so við og við, soleiðis at talið á búplássum verður tað sum upprunaliga ætlað – og sum lovað varð kommununum, sum átóku sær stóru lániskuldina fyri eitt øki, sum landið eigur – men hevur »forsømt« í mong mong ár.
Vit í Suðuroynni kunnu ikki góðtaka hesa viðferð. Vit kunnu ikki góðtaka, at samgonguflokkarnir, sum upprunaliga komu við uppskotinum um bygging av nýggjum ellis- og røktarheimi í Vági nú renna undan givnum lyftum.
Viðgerðin av hesum máli fer nú at vísa okkum, hvørt givin lyftir verða hildin. Hvørt vit í Suðuroynni eiga nakran góðan í landsins leiðslu.
Livst so spyrst.