Suðuroyingar rokka Keypmannahavn

Kendasti bólkurin í Suðuroynni, sum eisini fyri tað mesta hevur spælt í Suðuroynni síðani bólkurin varð stovnaður í 1989, ger aftur eina lítla útferð uttangarðs. Sum so ofta áður gongur leiðin til Keypmannahavn og Skarv í Pilestræde.

 

Leygarkvøldið fara teir Jens Harry Jespersen á sangi og gittar, Jóanes Hofgaard á bass, Petur Weihe Dalsgaard á trummun og Sigurd Thomsen á gittar at spæla fyri og undirhalda føroyingum í danska høvuðsstaðnum.

 

Tú kann hoyra tónleikin á www.myspace.com/revivalfo

 

Kelda: FO Invasion