Suarez er lykilin hjá Simeone

Champions League: Atletico Madrid skal skora í kvøld, meðan Bayern Munchen er so gott sum víðari

Í kvøld verða tvær tær seinastu 1/8 finalurnar í Champions League. Størsti spenningurin er í London, har Chelsea fær vitjan av Atletico Madrid. Bayern Munchen hevur greiða leiðslu til dystin móti Lazio. 

Chelsea (1)-(0) Atletico Madrid (20.00)

Á Stamford Bridge verður væntandi ein spennandi og harður dystur millum tvey lið, sum ikki lata nógv mál inn. Heimaliðið hevur eina leiðslu frá fyrru uppgerðini, tá Oliver Giroud saksasparkaði bóltin í málið. Til returdystin í kvøld er Chelsea uttan Mason Mount og Jorginho, ið hava leikbann, umframt Thiago Silva og Tammy Abraham, eru skaddir.

Gestirnir úr Madrid eru oddalið í La Liga, men avrikið móti Chelsea seinast var ikki sannførandi. Diego Simeone hevur Yannick Carrasco og Jose Gimenez tøkar, og venjarin hevur avdúkað, at Joao Felix verður við frá byrjan. Stórtalentið skal saman við Luis Suarez finna lykilin til at skora, ella ríkur Atletico Madrid út. Serliga verður neyðugt hjá Luis Suarez at finna málið.

Møguligar uppstillingar:

Chelsea: Mendy; Azpilicueta, Christensen, Rüdiger; James, Kanté, Kovačić, Alonso; Hudson-Odoi, Giroud, Werner

Atlético: Oblak; Trippier, Savić, Felipe, Hermoso, Carrasco; Llorente, Koke, Lemar; Correa, Suárez 

Bayern Munchen (4)-(1) Lazio (20.00)

Undir øllum vanligum umstøðum kemur Bayern Munchen víðari. Verandi Champions League meistararnir eru á odda 4-1 frá fyrra dystinum, og tað einki, ið bendir á, at Lazio kann vinna 4-0 á Allianz Arena.

Einasti møguleikin fyri eitt sindur av spenningi er, um Manuel Neuer ikki spælir. Hann er ivasamur vegna sjúku. Kingsley Coman er eisini ivasamur við einum vøddaskaða. 

Møguligar uppstillingar:

Bayern: Neuer; Pavard, Süle, Alaba, Davies; Roca, Goretzka; Sané, Müller, Gnabry; Lewandowski 

Lazio: Reina; Patric, Acerbi, Radu; Marušic, Milinković-Savić, Lucas Leiva, Luis Alberto, Lulić; Correa, Immobile 

Champions League 1/8:

Borussia Dortmund (3) – (2) Sevilla 2-2

1-0  Erling B. Håland, 35

2-0  Erling B. Håland, 54 br2-1  Youssef En-Nesyri, 69 br

2-2  Youssef En-Nesyri, 90+6

Borussia Dortmund vinnur samanlagt 5-4

 

Juventus (1) – (2) FC Porto 3-2 eftir longdaleiktíð

0-1  Sergio Oliveira, 19

1-1  Federico Chiesa, 49

2-1  Federico Chiesa, 63

2-2 Sergio Oliveira, 117

3-2 Adrien Rabiot, 119

FC Porto vinnur samanlagt 4-4 við regluni um fleiri útivallarmál

 

Liverpool (2)-(0) RB Leipzig 2-0

1-0  Mohamed Salah, 70

2-0  Sadio Mané, 74

 

Liverpool vinnur samanlagt 4-0

PSG (4)-(1) FC Barcelona 1-1

1-0  Kylian Mbappé, 31 br

1-1  Lionel Messi, 37

PSG vinnur samanlagt 5-1

 

Manchester City (2)–(0) Borussia Monchengladbach 2-0

1-0  Kevin De Bruyne, 12

2-0  Ilkay Gundogan, 18

Manchester City vinnur samanlagt 4-0

 

Real Madrid (1)–(0) Atalanta 3-1

1-0  Karim Benzema, 34

2-0  Sergio Ramos, 60 br

2-1  Luis Muriel, 83

3-1 Marco Asensio, 85

Real Madrid vinnur samanlagt 4-1