Tveir sekstandapartsfinalur hava í kvøld verið í Champions League. Í Manchester í Onglandi, tók Manchester City móti Barcelona, meðan Juventus í Italia tók ímóti Dortmund.
Og í báðum førunum vóru tað favorittarnir, ið drógu longra stráðið.
Barcelona vann 2-1 á útivølli móti Manchester City, eftir at teir í hálvleikinum høvdu verið á odda 2-0. Málini hjá Barcelona skeyt fyrrverandi Liverpool profilurin, Luis Suarez, ið av álvara sær út til at trívast ímóti teimum ensku liðunum.
Sergio Aguero minkaði um munin í seinna hálvleiki, men City hótti ongantíð av álvara Barcelona, til at koma aftur í dystin.
Í yvirtíðini brendi Lionel Messi enntá brotsspark fyri Barcelona.
Í hinum dystinum vann Juventus 2-1 móti Dortmund. Øll trý málini komu í fyrra hálvleiki. Carlos Tevez legði fyrst Juventus á odda, men lítla løtu aftaná javnaði Marco Reus fyri Dortmund. Beint áðrenn hálvleik skoraði Alvaro Morata avgerandi málið fyri Juventus.
Sostatt eru tað Barcelona og Juventus, ið hava betri útgangsstøðið til seinnu dystirnar, ið verða leiktir 18 marts.
Úrslitini í kvøld:
Manchester City – Barcelona 1-2 (0-2)
0-1 Luis Suarez
0-2 Luis Suarez
1-2 Sergio Aguero
Juventus – Dortmund 2-1 (2-1)
1-0 Carlos Tevez
1-1 Marco Reus
2-1 Alvaro Morata