Suðurkorea fær nýggjan forseta

Tað er nú greitt, at 61 ára gamli, Lee Jae-myung, verður nýggjur forseti í Suðurkorea

 

Landsvalnevndin í Suðurkorea hevur alment staðfest, at liberala valevnið, Lee Jae-myung, verður nýggjur forseti landsins.

 

Tá stívliga 99 prosent av atkvøðunum vóru taldar, var 61 ára gamli, Lee Jae-myung, á odda við 49,3 prosentum av atkvøðunum.

 

Høvuðsavbjóðarin hjá honum, Kim Moon-soo, hevði tá fingið 41,3 prosent at atkvøðunum.

 

73 ára gamli, Kim Moon-soo, hevur viðurkent ósigurin og hevur ynskt Lee Jae-myung tillukku við sigrinum og forsetavalnum.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga.