Suðuroyartunnil tá ráðini eru til tað

-Suðuroyartunnil er ikki á dagskrá, so vítt eg veit, sigur Johan Dahl, sum tó minnir á, at eitt nýtt skip kostar eisini.

-Suðuroyartunnil er ikki á dagskrá, so vítt eg veit, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum tó minnir á, at eitt nýtt skip kostar eisini.

 

 

 

Millum suðuroyingar hoyrist spurningurin verða reistur um, hvar ein suðuroyartunnil er í prátinum og nýggju politisku semjuni um undirsjóvartunnlar inn á Skálafjørðin og til Sandsoynna.

 

Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur seg tó ikki kenna til nakra ítøkiliga ætlan um tunnil til Suðuroyar, tá hann fær hendan spurning.

 

-Suðuroyartunnilin má koma, tá ráðini eru til tað. Tað er klárt, at frameftir má hugsast um eitt samband til Suðuroynna, sum ikki er eitt skip. Skal eitt nýtt skip byggjast, tá hesin Smyrilin skal skifast út, so kostar tað eisini pening, minnir Johan Dahl á.

 

-Men sum nú er kenni eg onki ítøkiligt til, at suðuroyartunnil er á dagskrá, sigur Johan Dahl.

 

Hann er ikki á dagskrá, so vítt eg veit, sigur Johan Dahl.

 

Tá núverðandi Smyril kom, segði Jóannes Eidesgaard í røðu, at hetta bleiv síðsti Smyrilin í røðini, men tað er tú ikki so vísur í?

 

-Tað velst um ráðini og hvussu tíðinar eru. Og so er spurningurin eisini, hvørt talan er um ein, ella tveir tunnlar, tí trygdin skal eisini havast í huga. Tá suðuroyartunnil var uppá tal í 2006, so haldi tað kom fram, at talan er um tunnil, ið er nakrar og tjúgu kilometrar langur, sigur Johan Dahl.

 

-Sum er kenni eg onki til, at hesin tunnilin er á nakrari ítøkiligari dagskrá í løtuni, men eg havi ikki verið partur av sonevnda suðuroyarbólkinum, ið hevur arbeitt við ymiskum, sigur Johan Dahl at enda.

 

 

Mynd:

Millum annað á facebook er kjak um tunnil til Suðuroyar - eittnú í bólkinum : www.facebook.com/pages/Tunnil-Su%C3%B0uroy-Sandoy/128992257172941 Suðuroy - Sandoy