Suðuroyartunnilin kemur innan 10 ár

- Eg vænti, at koyrandi verður millum Suðuroynna og Sandoynna innan 10 ár, sigur Erhard Joensen, løgtingsmaður.

Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið?

 

- Eg ivist ikki í, at Suðuroyggjin fær fast samband við meginøkið.

 

Tað sigur Erhard Joensen, løgtingsmaður í Vági.

 

Hvønn týdning fer ein undirsjóvartunnil at hava fyri Suðuroynna?

 

- Suðuroyggin kemur ikki at mennast, sum restin av landinum,  um eingin tunnil kemur, hvørki vinnuliga ella demografiskt. 

 

Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið? 

 

- Tað verður serliga fólkasamansetingin, sum kemur at skeiklast skeivan veg her suðuri.

 

Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undirsjóvartunnil undir Suðuroyarfirði kann gerast veruleiki? 

 

- Eg vænti, at koyrandi verður millum Suðuroynna og Sandoynna innan 10 ár, sigur Erhard Joensen.