Skúladepilin í Suðuroy verður ikki sjálvstøðugur skúli í framtíðini. Tað staðfestir Bjørn Kalsø landsstýrismaður í skúlamálum. Gunvør Balle, tingkvinna, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir hann hevur um at skipa miðnámsskúlarnar í Føroyum í skúladeplar.
Bjørn Kalsø sigur, at í løtuni verður arbeitt við at skipa Studentaskúlan og HF-skeiðið í Hoydølum, Handilsskúlan og Tekniska skúla í Tórshavn, í ein og sama skúladepil. - Eftir ætlan fer ikki at verða neyðugt, at alt virksemi í einum skúladepli skal vera undir sama taki. Ein skúladepil verður heldur at skilja sum at leggja virksemið á skúlunum saman undir einari leiðslu.
- Miðnámsskúlin í Suðuroy er í løtuni ein deild av Føroya Studentaskúla og HF-skeiði. Ætlanin er ikki at skilja teir báðar skúlarnar sundur, men at teir báðir skulu verða ein partur av nýggja skúladeplinum í Marknagili.
- Fiskivinnuskúlin í Vestmanna er sjálvstøðugur skúli og endalig støða er ikki tikin, um hann fer at varðveita sína støðu, ella um hann verður partur av einum øðrum depli, sigur Bjørn Kalsø.
Annars er næmingatalið á teimum ymsu skúlunum hetta í ár. Her er talan um ársnæmingar. Fiskivinnuskúlin: 66 Tekniski skúli í Klaksvík 111 Tekniski skúli í Tórshavn 135 Student/HF í Hoydølum 793 Miðnámsskúlin í Suðuroy 103 Handilsskúlin í Tórshavn, 276 Student/HF í Kambsdali 345 HF í Klaksvík, 39 Her er talan um vanlig fulltíðarlesandi, sum eru í skúla um dagin. Við øðrum orðum eru tey, sum ganga á kvøldskúla, sjálvlesandi, stakgreinalesandi, lærlingar o.o. ikki tald við.
Hvussu nógvir næmingar fara at ganga á hvørjum skúladepli valdast, hvussu deplarnir verða skipaðir, sigur Bjørn Kalsø. Sum vit lósu á her á www.in.fo í gjár, er endalig støða er ikki tikin til, um Tekniski Skúlin í Klaksvík heldur fram sum sjálvstøðugur depil, ella, hvussu hann skal skipast og støða er heldur ikki at broyta HF í Klaksvík.
Les eisini: Bjørn Kalsø leggur skúlar saman í deplar
|