Suðuroyingarnir gera øllum til skammar

Eftir fimm umfør eru uppflytararnir fýra stig frá niðurflytingarstrikuni

Í 2023 spældu teir í 2. deild. Í 2024 spældu teir í 1. deild, og nú eru teir í bestu deildini. Eftir tvær uppflytingar í tvey ár vóru spádómarnir ikki so ljósir. Tað varð roknað við og spátt, at tað fór at verða torført hjá FC Suðuroy í bestu deildini. Bæði tí spælararnir ikki eru vanir at spæla í bestu deildini og tí tað fyri tað mesta eru teir somu, sum manna liðið, sum hava verið við til at vinna eina og so eina uppflyting aftrat.

 

Nú fimm umfør eru avgreidd í bestu landskappingini, hevur FC Suðuroy vunnið seks stig. Tað kann væl vera, at FC Suðuroy fer at vera í nánd av og kanska undir niðurflytingarstrikuni síðst í oktober, men eingin kann taka tey seks stigini frá uppflytarunum, sum eru á veg suður aftur um fjørðin við styrktum sjálvsáliti. Eftir 1-0 sigur í grannauppgerðini ímóti TB vunnu teir í dag 2-1 í Sørvági. Hetta er fyrsti sigur á útivølli hjá FC Suðuroy síðani 30. august í 2015. Tá vann FC Suðuroy 5-3 á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

Millum spælararnar við Margáir ta ferðina vóru sambært FaroeSoccer Dánjal Godtfred og John Villi Wøldike Leo, sum eisini vóru á vøllinum í Sørvági í dag. Ein annar, sum var við fyri tíggju árum síðani og eisini var við í ferðalagnum í Sørvági í dag, er Palli Augustinussen. Saman við Pól Thorsteinsson var hann í dag á FC Suðuroy beinkinum.

 

-Vit løgdu okkum beinanvegin á odda við máli, sum álopsspælarin Teit Hjelm skoraði. Tað bar við sær, at tað gekk meiri fyri seg eftir okkara treytum, sigur Palli Augustinussen í samrøðu við Hera Á. Simonsen í FM1 útvarpinum.

 

Uppleggið til 1-0 málið átti liðformaðurin og miðvallarin Pætur Augustinussen. Hann er triðja ættarlið av Augustinussen spælarum á Vágseiði. Hann er sonur Palla Augustinussen og abbasonur Páll Augustinussen, sum fyri fimmti árum síðani var millum lyklaspælararnar á góðum VB liði.

 

Fimm minuttir undan hvíldini javnaði 07 Vestur. Silas Gaard vann brotsspark, sum hann sjálvur umsetti til 1-1 og gott mót í heimaleguni undir hvíldini.

 

Eitt stórt korter undan leikloki sá 07 Vestur miðverjin Filip Drinic beinleiðis reytt kort. Tað bar við sær betri pláss til gestirnar. Bæði liðini spentu álopsbogan í roynd at vinna øll stigini, og tað rakk á mál hjá gestunum. Innskifti Alexander Holm Kilgour átti uppleggið, tá ið Eliasu Aminu Champang skoraði 2-1 sigursmálið. Hetta var fyrstu ferð, at ghanesiski álopsspælarin var málskjútti hjá FC Suðuroy.

 

Í 07 Vestur er vónbrotið stórt:

 

-Vit høvdu møguleikar, men vit tóku ikki av, og tá kostar tað dýrt at mótstøðuliðið skorar, staðfestir 07 Vestur venjarin Dan Brimsvík. Skírisdag fara hann og 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti TB.

 

Skírisdag fer FC Suðuroy at spæla á útivølli ímóti NSÍ.

 

-Sigurin í dag kennist eyka søtur, nú vit nógvu tær næstu ferðirnar fara at spæla ímóti liðum, sum ivaleyst verða roknað at vera favorittar ímóti okkum. Eftir NSÍ á útivølli vera tað KÍ og Víkingur á Vágseiði, B36 á útivølli, NSÍ í Vági, Víkingur á útivølli og B36 á Vágseiði, staðfestir Palli Augustinussen.