Ferðavinna
Trý stór ferðamannaskip vóru á Havnini týsdagin. Nógv fólk komu í land og fóru útferðir við teimum 21 bussunum, sum Hoyviking Tours skipaði fyri.
Tað hava ongantíð verið so nógv fremmand ferðamannaskip á Havnini sum í ár. Higartil hava 15 skip verið á Havnini, og tað koma 16 aftrat.
?So vit eru ikki komin í helvt enn, hóast vit nú eru farin inn í august mánaða, sigur Mia Cameron á Havnarskrivstovuni í Havn.
Hon tekur sær av hesum skipunum fyri havnarmyndugleikarnar.
?Men vit gera eisini nakað fyri at fáa øll hesi skipini hendaveg, sigur Mia Cameron. Vit ferðast út í heima á messur og hava samstarv við umboðsmenn, túroperatørar og eisini við havnamyndugleikarnar í bæði Íslandi og Grønlandi.
Vanliga hava hesar stóru messurnar verið í Miami í Florida. Har hittist alt, sum hevur við cruiseferðir at gera, greiðir Mia Cameron frá. Men nú verður eisini farið á messur í Europa. Eitt nú fara tey á messu í Hamburg í oktober, sigur hon.
Tað hava verið mest týskarar, sum eru komnir hendanveg við hesum ferðamannaskipunum. Tí verður tað hildið vera rætt at fara til Hamburg eisini.
Men eisini amerikanarar eru við at koma fyri seg á hesum leiðum. Og kanska fara teir í ár at vera í meirluta mótvegis týskarunum, sigur Mia Cameron.
Hon grundar tað á, at risastóra ferðamannaskipið Amsterdam, sum hevur verið einaferð á Havnini í summar, kemur aftur einaferð afturat. Og tað eru bara amerikanarar umborð.
? Tað er greitt, at tað gevur pengar at fáa slíkar vitjanir, sigur Mia Cameron. Skipini rinda í havnargjaldi kr, 1,80 fyri hvørt nettotonsið, um tey bara liggja á redini. Og tey, sum koma til bryggju, rinda kr. 1,45 afturat. Í summar eru bara fimm skip, sum hava boðað frá, at tey ikki koma til bryggju.
Nágreinilga talið higartil í summar hevur hon ikki tøkt, sigur hon, men vísir á, at bara Amsterdam rindaði umleið 100.000,- krónur í havnargjaldi. Tað verður viðhvørt látið heldur illa at. Men heilt eiðasørt er tað koritni ikki. Eitt nú hendan dagin, tá ikki færri enn 21 leigaðir bussar koyrdu ferðafólk runt í landinum, áttu nøkur oyru at ligið eftir.