- At gera ein slíkan skógv aftur?! Tað tekur bert eina lítla løtu!
Jóhannus Fr. Hansen hevur gjørt seg til reiðar til eina av dagsins uppgávum: Ein skógv sum er skrædnaður í yvirleðrinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð hann hevur ein slíkan skógv í hondini. Og tað er heldur ikki fyrstu ferð, at hann hevur loyst eina slíka uppgávu til fulnar – og til gleði fyri kundan. Hjá honum gongur tað sum fótur í skógv at gera hesar smærru umvælingarnar.
Við góðum handalag tekur hann skógvin í hondina, og stutt eftir er hann sum nýggjur.
- Hetta kostar bert 30 kr. Tað er so altíð betri at umvæla ein skógv, enn bara at koyra hann vekk, sigur 73 ára gamli, Jóhannus.
Eingin kann skjóta honum í skógvarnar, at tað er kostnaðarmikið at gera eina slíka umvæling.
Hóast komin væl upp í árini er hann væl arbeiðsførur sum skósmiður. Hann heldur seg so framvegis til leist sín, hóast nógv er broytt, bæði tá talan er um nýtslu og úrval av skógvum.
Sum hjá so mongum øðrum av starvsfelagum hansara, hevur Jóhannus eisini staðfest, at minni og minni er at gera hjá skómakarunum í dag.
- Ja, eg haldi, at tað er keðiligt at eingin heldur fram í hesum yrkinum, sigur hann.
Jóhannus varð útlærdur sum skómakari fyri 40 árum síðani suðuri í Vági. Hann hevur annars siglt sum kokkur í mong ár, m.a. við gamla Høgafossi.
100 ára gomul maskina
Skalt tú finna verkstaðin hjá Jóhannusi, so nyttar einki at ganga eftir nøkrum skeltum. Einki skelti sæst nakrastaðni.
Einasta skeltið í nánd av verkstaði hansara, er eitt fyri fyritøkuni hjá gávubúðini hinumegin vegin. Hetta skeltið stendur í hansara garði. Miðvágs Skósmiðja hevur í roynd og veru einki skelti.
Her í kjallara hansara hevur hann innrættað sær eitt lítið rúm sum skósmiðju. Øll útgerðin sum krevst til eitt slíkt yrki er her - maskinur, lím, leður og mangt annað.
Á gólvinum stendur ein meiri enn 100 ára gomul SINGER seymimaskina, sum hann brúkar at seyma gjøgnum leður við. Annars seymar hann eisini snarlás í, um onkur hevur tørv fyri tí.
- Ja, henda maskinan hevur roynst mær væl. Fyrr brúkti eg fótmegi at seyma við, men nú gongur hon við streymi. Tað er so nógv lættari, sigur Jóhannus.
Skjótt, væl og bíligt
Hóast hann einki ger við at lýsa fyri skósmiðju síni, er Jóhannus ikki arbeiðsleysur. Henda dagin vit hugdu inn á gólvið í skósmiðjuni lógu onkrar uppgávur og bíðaðu eftir honum.
Eitt setur til eitt prutl liggur á hillini. Hol er komið á tað, og eigarin vil heldur, at Jóhannus ger tað aftur, enn at tað verður koyrt burtur. Hin veit, at hetta kann skómakarin í bygdini ordna bæði skjótt og væl - og bíligt.
Eitt par av sandalum skulu hava nýtt undirlag og polstrast av nýggjum. Fyri tann meiniga mannin er hetta eitt arbeiði sum tekur nakað av tíð.
Men við teimum smidligu og kønu hondunum hjá Jóhannusi gongur ikki long tíð, til botnurin er límaður á, skorin til og klárur at lata kundanum.
Hevði hann verið til staðar, kundi hann akkurát tað sama havt bíðað eftir arbeiðinum. Her hjá Jóhannusi verða eisini tær smærru uppgávurnar loystar við handigheit og skynsemi.
- Hetta var so tað. Hevur tú nú fingið nokk av myndum, sigur Jóhannus stutt við myndamannin, sum hesa løtuna hevur “forevigað” eitt handverk, sum kanska er á veg út.
Fáir eftir
Aðrastaðni á síðuni er nevnt, hvussu hetta yrkið byrjaði í síni tíð. Tá var fótbúni eitt sum aðalin serliga gekk í, men í dag er sjálvandi øðrvísi.
Eingin føroyingur kundi hugsað sær at farið út fyri dyr skóleysur. Slíkt er óhugsandi í okkara parti av heiminum.
Hinvegin so kann Jóhannus og starvsfelagar hansara í okkara heimsparti bert staðfesta, at tað gongur ikki longur sum fótur í hosu við hesum yrkinum.
Ein sannroynd er, at fólk hava meiri pening um hendi nú enn fyrr, dygdin á skónum er eisini munandi betri í dag, og haraftrat er móti komin í skógvarnar, soleiðis at fólk keypa skógvar oftari enn áður. Her nyttar lítið hjá skómakarum at seta skógvar í spenni móti gongdini í samfelagnum.
Ein fylgja av hesi gongdini er, at góðir skógvar, sum ein lættliga - og ikki minst ódýrt! – kundi gjørt aftur hjá einum skómakara, enda í ruskdungunum.
Hesa gongdina merkja teir føroysku skómakararnir eisini. Í dag eru tí bert tveir skómakarar eftir - ein nýútlærdur í Suðuroynni og so ein 73 ára gamal maður í Miðvági.
- Nei, tað gongur ikki gott hjá hesum yrkinum í dag, staðfestir Jóhannus.
Fót fyri fót gongur aftur á bakka við starvinum hjá skómakarunum.
Full-time
Tá Jóhannus varð útlærdur sum skómakari fyri 40 árum síðani høvdu hann og starvsfelagar hansara úr at gera.
- Tá var hetta eitt full-time arbeiði. Fólk gjørdu nógv brúk av skómakarunum, og eg fekk sendandi skógvar at gera aftur úr øllum landinum.
- Í dag eru tað nærum bert tey somu sum koma higar við skógvum sínum, - tey sum vita av at eg eri her, sigur hann.
Sandalurnar eru lidnar. Tær verða settar á hillina til eigarin kemur eftir teimum aftur. Næsta uppgávan er eitt sindur størri – setrið á prutlinum sum skal polstrast.
Her hjá Jóhannusi er eingin uppgáva ov lítil at fara undir. Allar verða tær loystar ..
- - - -
Fótbúni í søguni
Hvør sum kom við hugtakinum “fótbúni” veit eingin.
Kanska var hann eysturlendingur, sum ynskti at verja føtur sínar ímóti tí brennandi sandinum.
Kanska var hon ein vøkur kvinna úr Egyptalandi, sum ikki metti at føtur hennara vóru eins vakrar og likamsprýði hennara, og tí legði fyrstu spírarnar til skógvarnar.
Í øllum førum er greitt, at fótbúnin er gamal í garði. Egyptiskir veggmálningar, sum í øllum førum eru frá ár 1500 fyri Kristi føðing vísa fótbúnað, - væl at merkja fótbúnað sum er framleiddur soleiðis sum hann enn verður tað hjá handskómakarum.
Germanar brúktu somuleiðis fótbúnað, men formurin var meiri primivitur, tí ein bert vant klæðir ella leðurreimar um føturnar.
Í tí gamla Rom og Grikkalandi segði fótbúnin (sandalurnar) frá um vælveru og yvirflóðina hjá honum, ið bar skógvarnar. Ofta vóru teir vakurt skrýddir og at kalla smá listaverk. Tað vanliga fólkið gekk kortini ikki í teimum.
Samstundis sum sandalurnar komu fram, byrjaðu fólk at ganga í skógvum, sum ikki fylgdu linjunum í fótinum. Millum hesar skógvar kunnu nevnast snápil-skógvarnir, sum komu fram í 14-1500-talinum.
So við og við komu stivlarnir eisini fram. Orsøkin til hetta vóru tey mongu kríggini í 1700-talinum, har teir longu ryttara-stivlarnir gjørdust móti.
Sum tað sæst vóru skógvarnir bert fyri tann ríkara partin av fólkinum. Tann veruligi ídnaðurin at framleiða skógvar byrjaði í roynd og veru fyrst í 1959, tá skómakarin Lyman Blak fekk patent uppá eina seymimaskinu, sum kundi seyma gjøgnum leðrið. Frammanundan vóru gjørdar mangar royndir at finna fram til ymisk sløg av seymimaskinum.
Kelda: skomager.dk
- - - -
Skómakari, halt teg til leistin!
Nógvar eru søgurnar um skómakarar upp gjøgnum tíðirnar. Tær flestu hava ein heldur negativan og argandi klang, má sigast.
Men Plinius hin Eldri sigur í verkinum “Historia Naturalis” um víðagitna málaran Apelles úr Kolofon ( 4. øld fyri Kristi føðing), sum var hoffmálari hjá Aleksander Mikla:
Apelles var kendur fyri at dáma væl at vísa myndir sínar fram soleiðis, at hann ósæddur kundi lurta eftir tí, sum tey vitjandi hildu um myndirnar. Hann broytti ein dagin ein smálut í einum skógvi í einari av myndunum, tá ein skómakari helt uppá, at her var ein villa komin í.
Tá hesin skómakarin framvegis kom við atfinningum móti málninginum, hesa ferð hvussu beinini vóru málað, mótmælti Apelles soleiðis á latínskum máli: “Ne sutor supra crepidam judicaret” (Ein skómakari eigur ikki at døma annað enn skógvin). Crepida var navnið á teimum serstøku tuflunum sum tey hábornu gingu í.
Á donskum hevur henda søgan fingið ta meiri almennu vendingina: Skomager, bliv ved din læst!
Annars eru skómakarar við í søgunum hjá danska rithøvundinum H. C. Andersen. Tað er ikki uttan orsøk: Pápi hansara var nevniliga skómakari og mamma hansara vaskikona.