Eins og fleiri av hinum feløgunum hevur Sumbiar Ítróttarfelag enn ikki viðgjørt uppskotið, sum B68 hevur lagt fram.
Jacob Poulsen, formaður í Sumba, sigur, at hann skilir væl, at leiðslan hjá B68 leggur eitt slíkt uppskot fram.
? Hjá B68 er tað sjálvandi ein stórur missur, at Øssur Hansen, Fróði Benjaminsen og Jákup Eli Olsen allir fara til onnur feløg, tí hetta eru góðir spælarar, sigur formaðurin hjá Sumba.
Men hann heldur, at fýra útlendingar kanska er í meira lagi, og at tríggir hevði verið meira hóskandi.
Jacob Poulsen vísir á, at Sumba er tað minsta plássið í heiminum, sum hevur lið við í bestu fótbóltsdeildini. ? Her búgva einans 280 fólk, so tú kanst ikki rokna við, at tilgongdin er so stór hjá okkum.
Í fjør var jugoslavin Spasojé Biberdzic ? eisini kallaður Bibi ? spælandi venjari, og hann verður við aftur í ár, tó nú bert sum spælari. Spælandi venjari verður Birgir Jørgensen, sum kom til Sumba úr VB í kappingini í fjør.
Thomas Birch verður ikki við aftur í ár, men í staðin kemur ein jugoslavi afturat.
Hinvegin fer Oliver Abrahamsen, sum er ein av teimum ungu, úr Porkeri til VB í ár.
? Um tit fáa møguleikan at fáa ein útlending afturat, fara tit so at brúka hann?
? Tað er fyrst og fremst ein spurningur um pengar. Birgir Jørgensen verður spælandi venjari, og vit hava tveir jugoslavar eisini, so eg rokni ikki við, at tað fer at bera til, sigur Jacob Poulsen.
? Vit hava heldur ikki so nógvar áskoðarar sum t.d. í Havnini og Klaksvík og fáa tí ikki so nógv inn við atgongumerkjum, og felagið er lítið, sigur hann.
Í fjør vóru fleiri unglingaspælarar hjá Sumba ? og enntá onkur yngri eisini ? sum sluppu at royna seg á 1. deildarliðnum. Sumbingar taptu stórt av og á, men teir megnaðu at halda sær uppi, hóast tey flestu ivaleyst høvdu roknað við, at teir fóru beint niður aftur í 2. deild. Sumba fær uttan iva eisini heitið sum niðurflytingarkandidatur í ár, og tað vita teir í Sumba eisini. Men um uppskotið vinnur frama, kann tað minka um munin millum toppin og botnin.
? Um so er, at hetta kemur ígjøgnum, fer tað at gagna teimum veikaru liðunum og ikki minst kappingini sum heild, tí tað kann gera tey veiku liðini sterkari, sigur Jacob Poulsen at enda.