Sumba misti møguleikan

2. deild

So er staðfest, at tað so ikki verður komandi ár, at Sumba fer at spæla fótbólt í bestu deildini. Leygardagin hevði Sumba vitjan at B36, og hetta var ein dystur, sum skuldi vinnast, um møguleikin framvegis skuldi vera til staðar.
Men B36 hevur í seinnu hálvu veruliga funnið stevið, og teir vildu ikki bara leggja seg niður soleiðis uttan víðari. Við málum frá Tórálvi Poulsen og Sonna Johansen megnaði árstalsfelagið eisini tvær reisur at leggja seg á odda, og tó at Sumba báðu ferðirnar svaraðu aftur, so var hetta ikki nóg mikið.
Soleiðis hevur Sumba nú bert bronsuna at halda seg til, og í vikuni fer dómsnevndin at gera av, hvørt hesin møguleikin eisini skal gleppa teimum av hondum.

Dysturin í tølum
Sumba-B36 2-2 (1-2)
0-1: Tórálvur Poulsen
1-1: Rene Thomsen
1-2: Sonni Johansen
2-2: Rene Thomsen