Kommunusamanlegging
Nú ætla sumbingar av álvara at seta hol á kjakið um kommunusamanlegging í Suðuroy.
Í næstum fer Sumbiar Bygdaráð sostatt at bjóðað Tvøroyrar Býráði á fund.
Á hesum fundinum fara bygdaráðið í Sumba og býráðið á Tvøroyri at vita, um áhugi er fyri at leggja báðar kommurnar saman í eina kommunu.
Tað kann tykjast løgið, at bygdaráðið í Sumba vendir sær til Tvøroyrar Kommunu.
Men Sumbingar bjóðaðu herfyri øllum hinum seks kommununum í Suðuroynni á fund um at leggja alla oynna í eina kommunu
Allar seks kommunurnar hava svarað. Men tað er bara Tvøroyrar Býráð, sum er sinnað at
koma á fund um at leggja alla Suðuroynna í eina kommunu.
Alla hinar fimm kommunurnar søgdu, at tær eru ikki sinnaðar at leggja alla oynna í eina kommunu.
Fundur um samanlegging
Á bygdaráðsfundi í Sumba mánakvøldið, viðgjørdi bygdaráðið svarini frá kommununum.
Borgarstjórin, Jacob Vestergaard ásannaði, at tað eru bara Sumbiar og Tvøroyrar Kommuna, sum eru fyri at leggja alla oynna í eina kommunu.
Hann segði, at hann nú fer at bjóða Tvøroyrar Kommunu á fund at tosa um samanlegging.
Sjálvur heldur hann, at tað er ikki óhugsandi, at Tvøroyrar og Sumbiar Kommuna kunnu leggja saman.
? Tá ið bergholið er gjørt ímillum Øravík og Hov, er tað ikki ein hálvur tími at koyra úr Sumba til Tvøroyrar og tað er ongin fjarstøða at tosa um.
Borgarstjórin í Sumba heldur, at tað er nakað tíðliga at tosa um, hvat ein samanlegging ímillum Sumba og Tvøroyri kann bera í sær.
Men bygdaráðsfundinum varð nevnt, at eitt úrslit, sum ein slík samanlegging kann bera í sær, er, at tey eldru skúlabørnini í Sumba, sum nú ganga í skúla í Vági, ístaðin skulu á Tvøroyri at gera skúlan lidnan.
? Suðuroyggin er so mikið lítil, at tað er heilt burturvið at tosa um fjarstøðu í Suðuroynni. Vit hava væl eisini fingið vegir og tunlar at brúka.
Bygdaráðið ásannar, at í longdini tænir tað ongum endamál, at Sumba og Tvøroyri skulu leggja saman í eina kommunu.
? Endamálið við eini samanlegging ímillum tær báðar kommunurnar skuldi einans verið at fingið gongd á eina samanlegging í Suðuroy, so at øll oyggin kann leggja saman, tí vit eru øll í sama báti, antin vit vilja, ella ikki, sigur borgarstjórin í Sumba.
Hóast bygdaráðið í Sumba samtykti at hava fund við Tvøroyrar Býráð um samanlegging, ætlar borgarstjórin at umrøða málið á fundi einaferð afturat.
Bygdaráðið var ikki fullmannað hendan dagin og á einum komandi fundi vil hann hava bygdaráðið at viðgera málið meiri ítøkiliga.
? Tað hevði verið áhugavert at lagt Sumbiar og Tvøroyrar kommunu saman, tí so høvdu vit í hvussu so er brotið tað óndu ringrásini sum tykist at forða fyri øllum práti um samanlegging, sigur borgarstjórin í Sumba.
Tí hevði hann onki havt ímóti at lagt báðar kommunurnar saman, tí so sær hann fyri sær, at øll oyggin er ein kommuna um fýra ár, tá ið kommunuval verður aftur.
Hetta halda kommunurnar í Suðuroy um samanlegging
Hetta er annars í stuttum tað, sum hinar seks kommunurnar í Suðuroy hava svara til áheitanina frá sumbingum um at halda fund um samanlegging.
Borgarstjórin í Hvalba boðaði munnliga frá, at bygdaráðið í Hvalba kom ikki á fund um kommunusamanlegging, tí Hvalbiar Kommuna kláraði sjálv tær uppgávur, sum vórðu álagdar kommununi.
Tvøroyrar Býráð svarar stutt, at tað er samt um at halda fund um kommunusamanlegging og væntar at fáa fundarboð.
Fámjins Bygdaráð svarar enn styttri at tað er samt um ikki at fara á fund um kommunusamanlegging.
Hovs Kommuna vil ikki vera við á einum fundi um samanlegging á hesum sinni. Bygdaráðið heldur, at hetta er eitt so álvarsamt mál, at tað eigur ikki at verða skundað ígjøgnum í hesum valskeiðnum. Men verður neyðugt at leggja kommunur í Suðuroy saman, er Hovs Bygdaráð samt um, at øll oyggin skal vera ein kommuna.
Í Porkeris Bygdaráð eru fimm bygdaráðslimir. Men ein meiriluti av teimum upp á fýra bygdaráðslimi, heldur, at skal samanlegging koma upp á tal, skal øll oyggin leggjast í eina kommunu. Hinvegin halda porkenningar ikki, at tíðin er búgvin til at leggja kommunur í oynni saman. Kommunan er heldur sinnað at víðka tað samstarv, sum er ímillum kommunurnar.
Vágs Býráð boðaði enn einferð á, at tað tekur ikki undir við at leggja alla oynna í eina kommunu. Hinvegin er Vágs Býráð ikki ímóti, at Suðuroyggin verður løgd saman í tvær kommunur. Vágs Býráð leggur dent á, at tað er samt um málið.
Sostatt vil Vágs Býráð ikki fara á fund, har uppleggið er at øll oyggin skal leggjast í eina kommunu.