Grasvøllurin á Svangaskarði hevur verið rættuliga fitt brúktur hesar síðstu vikurnar, nú bæði B36 og HB hava luttikið í Europa Cup.
Gróðurin er góður, og vøllurin er í góðum standi, so B68 ætlar so vítt, sum tað fer at bera til, at spæla sínar heimadystir í summar og í heyst á grasinum.
Til ásetta tíð hava teir boðað sumbingum frá, at dysturin í morgin verður á grasvøllinum.
Hvørki hjá B68 ella Sumba eru tær stóru broytingarnar gjørdar í summarsteðginum. Fólkið er umleið tað sama, sum tað var fyrru helvt.
Hjá B68 er Øssur Jacobsen skaddur í øðrum fótliðnum, og hann verður helst ikki tøkur í morgin. Hjá Sumba eru tveir komnir við aftur, sum ikki vóru so nógv við undan summarsteðginum. Teir eru verjuspælarin Eyðbjørn Thomsen, ið hevur drigist við skaða í knænum, og álopsspælarin Eirikur Joensen, sum ikki vandi við síðstu vikurnar undan steðginum.
Sumbingar, sum venja fýra ferðir um vikuna, hava ikki verið uttanlanda og fyrireika seg, og teir hava ikki spælt venjingardystir.
Toftamenn hava vant nógv hesar síðstu vikurnar, og teir hava bara spælt ein venjingardyst. Sunnudagin taptu teir 3-1 á grasvøllinum ímóti KÍ. Støðan í hálvleikinum var 1-1.
Okkum kunnugt er eingin sumbingur ella toftamaður leikbannaður.
Í fyrsta umfarinum vann B68 2-1 í Sumba. Tá Sumba var í 1. deild í 1991, greiddu teir 2-2 á Svangaskarði. Tá teir í 1995 spældu saman við vágbingum, vann B68 3-0 á heimavølli.
jh