Sumbiar Kirkja sum nýggj

Í mong ár hevur meira og minni ferð verið á ætlanini um at fáa kirkjuna í Sumba aftur í hampuligan stand, tí krikjan var als ikki í góðum standi. Góðar hendur hava tikið tøk og síðst í áttatiárunum fingu sumbingar nakað av peningi, men síðstu árini hava sumbingar og kirkjumyndugleikarnir veruliga tikið tøk og kirkjan frá 1886, og sum t.d. ikki hevði sæð máling síðani 1964, stendur nú sum nýggj frá innast til uttast og vatn og sentralhiti eru nú inni, so deknur sleppur undan at renna eftir heitum vatni, tá dópur er

Fyri bert stuttari tíð síðani var kirkjan í Sumba ikki júst ein vøkur sjón, har vantaði ein køn og vælmeinandi hond, men í eitt lítið ár hevur ferð verið á og mangar kønar hendur, kirkjumyndugleikin og serkunnleikin hava tikið tøk, so kirkjan í dag stendur sum nýggj og er sera vøkur.
Søga í stuttum: Greitt er ikki, nær fyrsta kirkja er bygd í Sumba. Men tveir gamlir doypifuntar, sum eru á savni, sigast stava úr Sumba og sigast vera frá 1100-1300 talinum. Teir verða mettir at stava úr Noreg.
Í gamlari tíð hava kirkjurnar í Sumba staðið niðri á bakkanum millum áirnar, kallaður Kálgarðsbakki.
Yvir hurðini á kirkjuni, sum stendur í Sumba í dag, stendur 1886. Sagt verður, at arbeiðið fyri at byggja nýggja kirkju byrjaði frammanundan 1952, tá nýggi kirkjugarðurin varð bygdur á Krossjørð. Søgan er heldur long og mong viðurskifti, so sum jørð og ogn, gera seg galdandi og síðani ganga nøkur ár og í 1873 og 1877 hava verið kirkjusýn og sýnsmenn siga frá, at Sumba treingir mest til nýggja kirkju "paa grund af Affældighed formedelst Ælde og i høj Grad utilstrækkelig størrelse".
Arbeitt verður við málinum og sæst hetta t.d. á svari frá Ministeriet for Kirke og Undervisning, sum í 1883 sendir svarskriv, har tey vilja frætta, hvussu nógvum sitiplássum tørvur er á og so framvegis.
Mett var, at Suderø Kirkekasse ikki hevði orku at fíggja byggingina og mælt verður til, at aðrir kirkjukassar lata Suðuroyar Kirkjukassa eitt rentufrítt lán.
Brævaskiftið er og at enda verður farið at bróta grot til kirkjuna. Prósturin kemur uppí í 1885 og nenvd verður sett at arbeiða við málinum. Stutt kann t.d. nevnast, at nevndin vísir á, at ein møguleiki er at áleggja bygdarfólkinum pliktarbeiði. Bygdarfólkið hevur longu tvey ár framanundan borið grót og víst vilja at gera arbeiði fyri at fáa nýggja kirkju.
Arbeiðið við útgrevstri fyri múri og slætting av økinum var ásett sum pliktarbeiði og lagt var við, at samsýningin var 66 oyru um dagin, og álíknað hvørjum manni fýra dagsarbeiði. Dúgligur arbeiðsformaður til arbeiðið var Johan Hypolitus Samuelsen.
Arbeiðið at bera sand var eisini gjørt sum pliktarbeiði og fingu tey 40 oyri fyri tunnuna at bera úr Pollinum ein kilometur vestari. Sagt er frá, at Símun og Marianna undir Hamri bóru 100 tunnur og fingu 40 krónur. Tær metti Símun so høgt, at hann segði tær vera bestu løn, hann hevði fingið.
Sviin Niels Olsson, ið var "stenarbejder", var í Sumba og mundi standa fyri at sprongja og gera grótið til.
Grótarbeiði fekk Peter C. Johannesen í Havn og hevur tað verið at laða teir 27 alin longu og 6 alin høgu veggirnar eins og galvarnar við skjøldrum og tornið vestan. Jacob Andreas Arge gjørdi tekningarnar fyri 25 krónur og Dione Isaksen í Havn gjørdi kostnaðarætlan og fekk hann í samsýning 14 krónur. At hava eftirlit vóru settir snikkari G. Sigurdson og timburmaður J.A. Nolsøe og hendi hetta við rættaravgerð, eftir tí, Suðuroyar sýslumaður sigur frá. Og ein triði sæst eisini hava verið við sambært rokningum og var tað H.P. Sørensen, ið saman við Sigurdson hevur fingið 32 krónur frá J. Mortensens Enke fyri at sýna tilfar.
Hugsandi er, at arkitekturin Amberg, sum er í Føroyum í 1878 og ger tekning og kostnaðarætlan til kirkjuna á Eiði, hevur havt ávísa ávirkan á kirkjubyggiarbeiði í Føroyum tá á døgum.
Umframt at vera byggimeistari í Havn, røkti Petur á Reyni postflutning úr Havn til Suðuroyar. Nær Petur á Reyni, seinni nevndur í Mattalág, er farin undir arbeiðið uppá kirkjuna í Sumba er ikki greitt, men skjótt hevur gingið, tí 22. mars 1886 sigur Dione Isaksen, at kostnaðarætlan er gjørd og tá kunnu byggimeistarar geva síni boð til útbjóðingina, ið var gjørd til ymsu arbeiðini.
Góð hjálp hevur óivað verið í bygdarfólkinum, tí longu 2.juli er stórviðurin komin til Sumbiar frá J. Mortensens Enke, sum tað lutaðist at lata viðin við útbjóðingina.
Andras Jensen, snikkarameistari av Viðareiði, fekk timbur - og snikkaraarbeiðið. Hann varð búgvandi í Sumba og giftist Maren Malenu, dóttur Mariannu og Niclas Langgaard bónda á Laðangarði. Hjálparmaður Andras, Johan David Jacobsen, Søldarfjørður, giftist eisini í Sumba við Sunnevu Mariu, dóttir Elsubeth Mariu og Thomas Jacob Kjærbo, men tey fluttu til Søldarfjarðar at búgva.
Andreas Jensen lat kirkjuni altartalvu, sum danskur málari Rønne, málaði. Dímunarbóndin Janus , "blindi bóndi" nevndur, sat fyri. Hann segðist hava tað blídni og ta útstráling í ásjón, sum Jesus Kristus mátti hava havt í sváru bønarstund síni í Getsemane.
Kirkjan var takt við nævur og flag, tornið við skifur. Spírið gjørdi smiðjumeistari Jørgen Mortensen á Tvøroyri og kross á á mønuna yvir kórsjøldurin gjørdi Johan Samuelsen, Johan í Liða, Sumba.
Nýggja pípuurgu lat Jákup Dal, heilsølumaður í Keypmannhavn og manga aðrar lutir hevur kirkjan fingið. Brøðurnir Jacob Peter og Poul Symphor lótu nýggja klokku, sum varð vígd í 1964 og Poul F. Joensen skrivaði ørindi at rista í hana.
Her er í stuttum farið um søguna og leggjast kann afurat, at takið úr nævur og flag frá 1886 lá til 1944, tá tað var skift við asbest og gjørdi bátasmiðurin Karl á Bug arbeiðið. Á heysti í 1964 var kirkjan bróstað innan og hválvið skift og gjørdi Kim Nielsen, timburmeistari í Sumba, arbeiðið. Kirjan var tá eisini málað innan og gjørdi Poul Arni Poulsen, málarameistari á Tvøroyri, arbeiðið. Í 1986 var klædningurin í torninum skiftur frá skifur til timbur og arbeiðið gjørdi Einar Danielsen í Kálgarði.
Søga skriva í dag
Men 2003 verður av sonnum eisini merkisár í kirkjusøguni í Sumba.
Í mong ár hevur meira og minni ferð verið á ætlanini um at fáa kirkjuna í Sumba aftur í hampuligan stand, tí krikjan var als ikki í góðum standi. Góðar hendur hava tikið tøk og síðst í áttatiárunum fingu sumbingar nakað av peningi, men síðstu árini hava sumbingar og kirkjumyndugleikarnir veruliga tikið tøk og kirkjan frá 1886, og sum t.d. ikki hevði sæð máling síðani 1964, stendur nú sum nýggj frá innast til uttast og vatn og sentralhiti eru nú inni, so deknur sleppur undan at renna eftir heitum vatni, tá dópur er.
Í 1989 fingu sumbingar 600.000 krónur játtaðar úr einum grunni, sum ókendur gevari letur og sum kirkjur í Føroyum mangan njóta væl av. Um sama mundið fóru sumbingar at hugsa um at fara undir at taka eitt veruligt tak fyri at fáa kirkjuna í stand og fyri at framja ábøtur. Nevnast kann at vatn var ikki inni og bert elhiti.
Peningurin var allur oyrmerkyr tá, men sumbingar høvdu í hyggju eina heildarætlan, tí so nógv var at gera við kirkjuna. Mong ár gingu tó, peningur var savnaður, men síðstu árini eru myndugleikarnir, bispur, dómpróvstur, stifsstjórn og fornminnissavn veruliga komin við í ætlaninar og ferð er komin á.
Upprunaligt í nýggjum hami
Í dag stendur kirkjan í Sumba sum nýggj og við øllum nútímans hentleikum. Vit hava fingið forkvinnana í meinigheitsránum, Mary Nielsen, at siga eitt sindur frá gongdini, og hon er tíðindafróð.
Sera glað er hon um, at arkitekturin Palle Gregoriussen hevur verið knýttur at ætlanini, tí hann hevur gjørt eitt vala arbeiði.
? T.d. er hann komin so sera væl frá at loysa trupulleikan við rúmi fyri oljufýri og wc og vatnviðurskiftum. Og so hevur hann eisini lagt ein "borda" ovast millum vegg og loft, og hóast vit kanska vóru ivasom, so er hetta so ómetaliga flott og prýðir um, fegnast Mary, sum ikki veit júst kostnaðin av verkætlanini, men væl av peningi er nýttur at seta kirkjuna í stand og sumbingar fegnast um vælvildina.
Bordin er eisini liður í, at nýtt klimaannlegg er sett í kirkjuna og ventilar eru kring í loftinum.
- Annars er at siga, at væl er frágingið frá fyrstantíð og væl er lagað og stoypt og tað hevur nógv at siga fyri standin hon hóast alt er í, metir Mary Nielsen og sigur, at frá Fornminnissavn-inum siga tey, at viðvíkjandi ljósi, hita og luftvætu er kirkjan nú á savnsstøði.
Eisini á ljóðsíðuni er bøtt um og sonevnd teleslynga er komin og bøtir hetta væl um hjá teimum við niðursettari hoyrn.
Hvørki sentralhiti ella vatn hava verið í kirkjuni. Eitt elhitaannlegg hevur verið. Deknurin hevur verið noyddur at hava vatn í hitafløsku við sær, tá dópur hevur verið og húsini nærhendis hava mangan verið hent í so máta.
Georg Kjærbo hevur gjørt elarbeiðið og Bent Mortensen hitaarbeiðið.
Upprunalig vindeygu
? Vit fingu vatn í túnið tann 7. januar í ár, og tá fekst kalt vatn, minnist Mary.
Serliga áhugavert er, at vindeyguni í kirkjuni eru tey upprunaligu frá 1886. Hóast ongin rættiliga trúði tí, so varð farið undir at kanna, hvørjum standi tey vóru í. Tað vísti seg, mótvegis gitingum, at tey vóru nærum sum nýggj, tá ein tunn skón av rusti og gamlari máling var tikin burtur. So vóru vindeygui varisliga tikin úr og eru sandblást norðuri við Ljósáir. Og í dag prýða tey aftur kirkjuna og menna eginleikan sum upprunakirka í nýggjum hami.
Nýtt tak er úr alumininum og hegnisliga er farið um grótveggin, so tikið er úr honum, so hurðin er breiðari nú og eisini eru skáp gjørd. Ein hvalbingur hevurt staðið fyri grótarbeiðinum. Nýggjur te-køkur er eisini í kirkjuni frammi í kór, haðani er hurð, har tað slepst beina leið í fýrrúm, wc og goymslurúm, sum arkitekrurin so hegnislga hevur lagt soleiðis, at rúmið gongur eitt petti undir vegin omanfyri kirkjuna og er tí stórt og rúmligt.
Á loftinum er vorðið rúmligari. Urgan frá 1953 er pumpuurga, men hóast pedalin er býtt við streymorku, so hevur stórur kassi staðið á loftinum. Hann er nú burtur og bert sjálvur bjólgurin er eftir. Urgan er frá T.H. Frobenius & Co og J. Dal, ið lat urguna, hevði mammu úr Sumba. Á loftinum er eisini teppi lag t á.
Krikjan er øll málað, bæði inni og úti, eftir ikki at hava sæð máling síðani 1964, og Erhard Joensen, málarameistari hevur staðið fyri. Tølini á benkrunum eru komin aftur í upprunastíl og Hans Jacob Hjelm, málari, hevur málað.
Meinigheitsráðið breiðkaði og klæddi benkurnar, tá kirkjan fylti 100 ár. Teir hava staðið í Meinigheitshúsinum, har hildið hevur verið til, meðan kirkjan hevur verið endurnýggjað.
? Vit høvdu trupulleikar við, at harpiks kom úr viðinum og so vóru benkurnir eisini sera smalir, so stor fólk sótu sum á vagli, smílist Mary.
Gólvini eru tikin úr og hølvaði. Jóanes við Ósagarð, byggimeistari í Vági, stóð fyri timburarbeiðinum.
Mary kemur inn á talvuna og heldur seg hóma, at talan er um olmussugávu og at hon kostaði einar 500 krónur og tað var fitt av peningi tá í tíðini. Hon nevnir Dímunarbóndan, "blinda bónda" (sí omanfyri) ,ið sat fyri, tá málast skuldi. Slektin kom úr Ólahúsið í Hørg, og stuttligt heldur Mary vera at nevna, at urguleikarin í dag, Hannebeth Joensen, er av hesi somu ætt - pápin kallaðist Janus, eins og bøndurnir mangir í Dímun.
Mangir upprunalutir eru í kirkjuni, t.d. lampurnar frammi í kórinum.
Í forkirkjuni eru nýggir flísar lagdir og har stendur eisini hátalari, ið kann flytast út, tí mangan er kirkjan ov lítil, t.d. til jarðarferðir. Har hanga eisini uppruna kirkjubússurnar. Har stóð á sinni skrivað "Til de fattige", men nú stendur "Til kirkjuna".
? Eitt býtt tók og broytti hetta, óivað var tað eg sjálv, sigur Mary við einum ivasomum smíli, men annars fegnast hon um allar tær gávur, ið eru komnar og sum enn koma til kirkjuna.
? Vit fóru út tann 7. januar og inn afur 14. desember 2003, sigur Mary Nielsen.
Kirkjan í Sumba stendur í dag í bøttum líki, men nærum sum fyrsta dagin og er eitt prýði fyri bygdina og til miklan sóma, har hon aftur við reistum høvdi kann skoða oman í bygdina, ið so mangan merkir veður, vind og brim.

Keldur: Sumbiar Kirkja eftir Mariu Thomsen og samrøða við Mary Nielsen.