Sumbingar liggja aftast í 1. deild áðrenn tvey tey seinastu umførini. Teir eru trý stig aftanfyri ÍF, og tí er skjótt at rokna út, at skal lív verða laga í 1. deild, má Sumba hava stig burtur úr móti NSÍ.
Tveir av útlendsku spælarunum hjá Sumba manglaðu í Klaksvík seinasta vikuskiftið. Bibi hevði leikbann og er viðaftur hesaferð. Nicola Biberdzic hevur havt skaða, men hann verður møguliga við í morgin.
Álitsfulli verjuspælarin Dánjal Johan Joensen fekk gult kort móti KÍ, og hann er leikbannaður hesaferð. Jan Pouseln fekk eisini gult kort, men í Sumba vóru teir í gjár ikki greiðir yvir, um hann eisini hevði leikbann. Páll Magnar Kjærbæk, sum hevur røkt sweeparaplássið á liðnum, hevur verið smáskaddur í fleiri vikur, men hann ætlar sær at spæla báðar teir seinastu dystirnar.
Vilja flyta dystin
NSÍ hevur roynt at sannført kappingarnevndina hjá FSF um, at best er, um dysturin millum Sumba og NSÍ verður spældur klokkan 14.00. Orsøkin til hetta er, at ferðaætlanin hjá Smyrli er broytt, tí viðhaldsfólk hjá KÍ skulu flytast til og frá stórdystinum í Havn.
Hetta ger, at Smyril fer fyrr av Tvøroyri, og um dysturin í Sumba verður spældur klokkan 15.00, sum hann eigur, klára runavíkingar ikki fartin. Og teir hava ongan hug at fara í minni báti tvørtur um suðuroyarfjørð.
Trupulleikin við at flyta dystir í seinastu umførunum er, at kappingarnevndin vil hava allar dystirnar at verða spældar í senn. Hetta tí, at úrslit í ymsum dystum kunnu hava ávirkan á aðrar dystir. Tá vit frættust seinast var dysturin í Sumba ikki fluttur, men FSF arbeiddi við at flyta allar dystirnar í 1. deild til klokkan 14.00.
Frískur og leikbannaður
Veteranurin Arnfinn Langgard hevur leikbann til dystin, og Christian Høgni Jacobsen, sum júst er komin fyri seg eftir beinbrot í summar, fekk reytt kort í unglingafinaluni hóskvøldið og kann ikki spæla, hóast tað var uppá tal.
NSÍ hevur ongar skaðar at stríðast við, og tí verður liðið nakað tað sama hesaferð, sum tapti móti VB seinasta vikuskiftið.