Sumbingar ætla at tryggja seg

Men so skulu teir gera enda á hagtølunum, sum siga, at teir ongantíð hava fingið stig á Sandi

Sumbingar styrktu nógv um sína støðu í botninum, tá teir næstseinasta sunnudag fóru úr Vágum við øllum trimum stigunum.

Nú skal Sumba aftur spæla ímóti einum liði úr lægra endanum. Sumbingar skulu til Sands, har teir avgjørt rokna við størri mótstøðu, enn teir fingu í Vágum. Sumbingar eru framvegis í niðurflytingarvanda. Tað eru sandoyingar eisini. Tí kann roknast við einum tøttum dysti, og tað er neyvan sannlíkt, at málini fara at verða so ógvuliga mong.

Sumba hevur ongantíð fingið stig á Sandi. Møguleikarnir hava heldur ikki verið so nógvir. Tá Sumba í 1991 var í 1. deild, var B71 í 2. deild. Í fjør vann B71 2?1, og í 1995 vann B71 5?1 á Sumba/VB.

Úr Sumba frætta vit, at so at siga allir teir somu eru tøkir, sum vóru við í Sørvági. Tá vit fregnaðust, roknaðu teir ikki við, at Dánial Johan Joensen verður við. Hann arbeiðir í Danmark. Tá Sumba var í Vágum kom hann úr Danmark fyrrapartin, og fór niður aftur beinanvegin, tá dysturin var liðugur. Páll Magnar Kjærbæk hevur vant eitt sindur. Hann var ikki við í Sørvági, og hann verður heldur ikki við í morgin. Nicola Biberdzic hevur verið smáskaddur. Hann hevur vant fyri seg sjálvan, og teir rokna við, at hann verður við í morgin.

Onkrir sumbingar hava ta seinastu tíðina mist okkurt venjingarkvøldið. Teir hava rokast við nátar. Tað halda teir er ein partur av bygdarlívinum, sum ? um tað er neyðugt ? skal takast framum fótbóltin.


Eitt leikbann

Á Sandi halda teir seg vera hampuliga væl fyri at taka ímóti Sumba. Sandoyingar ásanna, at tað hevði komið sera væl við at fingið trý stig. So hevði niðurflytingarspøkilsið av álvara verið manað í jørðina ? í hvussu so er fyri í ár.

Jón Brekku er leikbannaður, tí hann fekk reytt kort, tá teir í Gundadali vunnu ímóti B36. Síðani næstsíðsta sunnudag hava sandoyingar verið vitni til skriviborðs telving um stigini, sum teir vunnu á vøllinum. Teir hava ikki verið partur í málinum, men teir hava vitað, at endaliga avgerðin fór at hava árin á støðuna hjá teimum. Nú er tað greitt, at stigini fara ongan veg. Spurningurin er, um fleiri koma á kontoina í morgin.