Summar Festivalur 2010

Ymisk ummæli frá tiltøkum og tónleiki á Summar Festivalinum 2010.

Skinu sum bjørt jólaljós.


Kultbólkurin Tinganest fekk sjón fyri søgn um at teir røkka vítt bæði tónleikaliga og aldursmessiga.


Sissal Kampmann


Bæði ung og gomul, kvinnur og menn stóðu klos upp at pallinum og sungu við, tá Tinganest fýrdu øll síni kendu løg av í Flags Tjaldinum fríggjakvøldið. Konsertin hjá Tinganest var lýst at byrja kl. 24.00, men bleiv framskunda til kl. 20.00. Av hesi orsøk vóru mong, sum ikki fingu høvi til at hoyra fólkakæru tónleikararnar úr Vágunum. - Antin tí tey ikki vistu, at konsertin var flutt, ella tí tey høvdu aðrar ætlanir hetta tíðspunktið. Tað er heldur ongin ivi um, at konsertin hjá Tinganest hevði verið nógv betur eydna, um hon var á miðnátt. Tónleikurin hjá teimum er tónleikur, ið hóskar seg best seint á kvøldi, tá fólk eru komin í veitsluhýri, klár at syngja við.


Hittmaskinan úr Vágunum


Hóast konsertin var tíðliga á kvøldi, fóru Vágamennirnir ikki galið í býin, tí tá teir diskaðu upp við øllum hittunum sum “Vágagellan”, “Upp á tá”, “Annan sang” og “Síðsta dans”, vísti tað seg, at hetta vóru sangir, øll kendu og øll sungu við. Stemningurin var góður, og teir tríggjir á pallinum, Jóan Jakku Guttesen, Magnus av Stongum og Finnur Joen Jacobsen vóru ótrúliga væl samanspældir og høvdu gott samband við fjøldina, hóast guitaristurin Holgar Jacobsen ikki var við, vegna fráfall, tá teir á sín avslappaða, men yvirskotsagtiga hátti spældu og undirhildu okkum, ið vóru so heppin, at hoyra teir spæla. Men kann man annan enn elska tónleik og tónleikarar, ið skriva kærleikssangir, har niðurlagið er soljóðandi: “Tú var mín dreymur, bjørt sum eitt jólaljós”?




Einsamallur stórur maður á stórum palli.


Fólkasangari nummar eitt í Føroyum, Hanus Johansen stóð einsamallur á stóra pallinum á Vágsbøi kl. 20.45 fríggjakvøldið.


Sissal Kampmann


Pallurin tóktist óendaliga stórur, og mitt á honum stóð maðurin við guitarinum, sum hvørt mannsbarn í landinum kennir tónleikin hjá. Hanus megnar altíð at undirhalda og fylla rúmið, hvar hann enn er við sínum tónleiki og sínum framferðarhátti, sum tey flestu av okkum hava eina meining um, kenslur fyri og seta í samband við okkurt serstakt.




Hanus í nýggjum hami


Serliga eru tað løgini frá útgávuni, “Gaman og Álvara”, sum eru tey mest populeru, eins og “Fagra blóma” er tað. Men tað, ið var tað besta við konsertini hjá Hanusi í ár var tá hann framførdi lagið “So long Marianne”, hjá Leonard Cohen fyri einum nærum fullum Vágsbøi. Hanus kom ótrúliga væl frá síni útgávu av sanginum, og vísti eina aðra síðu av sær sjálvum í hesi framførslu Hetta var ein stór uppliving, sum gav kenslu av onkrum heilt serligum. Eisini vóru løg sum “Vónsvikin” og “Fagra blóma” sjálvsagt væl móttikin av áskoðarunum, sum eiga at vera glað og takksom fyri, at vit eiga ein so ótúligan listarmann sum Hanus í Føroyum.


Intimkonsert í sirmi.


Pætur við Keldu spældi í heimbýnum og eini stórari áskoðarafjøld á lítla Føroya Tele pallinum í sirminum beint eftir Shu-Bi-Dua.


Sissal Kampmann



Við sær hevði hann rutineraðar og dugnaligu tónleikararnar, Agnar Lamhauge, sum spældi bass, og violinleikaran, Heiðrunn Petersen. Saman spældi trioin eina intima og stilla konsert, sum var eitt kærkomið og væl hóskandi innslag eftir meir larmandi og hypaðu framførsluna hjá dønunum á Vágsbøi frammanundan.


Fjølbroytt skrá


Á skránni vóru egin løg, sum “Dreams of Youth”, “Som en drøm” , “Bright”, sum Pætur hevur skriva til systirdóttir sína, Bjørt, og lagið “Hjartað”, eisni kendur sum “Vælskapt brek”, sum Pætur skrivaði til eina kapping., har hann gjørdis nummar tvey. Eisini spældu tey coverløg eftir svianum Bjørn Afzeius og klassikarar sum “Somewher over the Rainbow” og “Autum leaves”. Tey trý vóru á einum máli um, at hetta var ein góð konsert og ein góð uppliving fyri tey sum tónleikarar, at framføra á Summarfestivalinum.


Stilt og gott.


- Eg var eitt sindur í iva um eg skuldi haft meir “up beat” sangir við á skránni, tí hetta er ein festivalur, tað er seint, og fólk vilja kanska hava okkurt meir vilt, enn tað vit hava valt at spæla í kvøld. Men, tá vit komu í gongd sá eg, at tað riggaði fínt við meir stillum sangum og løgum. Stemningurin var góður og intimur, og tað var akkurát tað eg ynskti, sigur Pætur.


Á heimavølli


Heiðrunn Petersen, sum er bústitandi í Keypmannahavn, eins Pætur er tað, greiddi frá, at tað altíð er nakað serligt við at koma heim til Føroyar at spæla. – Í Danmark kennir tú ikki ákoðaran, og er tí meir fokuserað á pallin. Í Føroyum er tað annaðleiðis, tí tú spælir fyri familju og vinum. Tú kennir ákoðaran, sigur Heiðrunn. – Hetta hevur samstundis við sær, at tú fegin vil vísa teimum, hvat tú hevur lært, og ikki minst geva teimum eina góða tónleikaliga uppliving, tí hetta eru tíni fólk.


Ónøktandi viðurskifti


Agnar Lamhauge var tó eitt sindur ørkymlaður um viðurskiftini fyri tónleikararnar á SF. – Eg kendi tað eitt sindur sum um vit vóru sleptir á fjall sum tónleikarar, greiður Agnar frá. – Back stage viðurskiftini vóru ikki nøktandi, og tað er ótrúliga strævið og lemjandi fyri ein sum tónleikara, ikki at hava eitt stað at seta seg eina løtu bæði frammanundan og eftir framførsluna. – Eg saknaði stutt og greitt betur viðurskifti fyri okkum sum tónleikarar, og sat í veruleikanum eftir við eini kenslu av, at vit ikki rættuliga vóru virðismettir á nakran hátt í mun til á G! og á Ólavsøkukonsertini, har hesi viðurskifti vóru í toppklassa.


Rokkbrak frá Oniontree.


Ungi rokkbólkurin Oniontree, sum vann heitið “Besti nýggji bólkur á Planet Awards í fjør, er kendur fyri sínar liveframførslur, og er ein av stóru rokkvónunum í Føroyum.


Sissal Kampmann



Teir fýra í bólkinum, Sigmund Jørgensen, guitar og sang, Magnus Ovason, trummur, Jan Mýrá, bass og Fríði Øster, guitar, hava m.a. spælt á” Staðnum” í Vestmanna, í “Húsinum” í Klaksvík, men teir hava eisini spælt á kenda rokkspælistaðnum “The Rock” í Keypmannahavn, har teir hitaðu upp fyri kenda bólkin “Yashin” í feruar í ár.




Nógv talentir


Á Summarfestivalinum spældu teir í Flag Tjaldinum fríggjanáttina kl. 01.30, og har fingu áhoyrararnir eina tónleikauppliving, ið hóast hon var borin av tyngri rokktónleiki eisini bjóðaði uppá ein akustiskan sang og guitarspæl, framførdan av sangaranum Sigmundi einsamallum á pallinum. Við hesum sangi, sum Sigmundur kallar “Memories”, fingu vit høvi til veruliga at hoyra fantastisku røddina hjá Sigumundi. – Eg geri meir og meri við singer/songwriter genruna, greiður Sigmundur frá. – Eg haldi hetta er spennandi og avbjóðandi, og tað er fínt at hava avtrat tí meir punk, rokkuta stílinum vit í høvuðsheitum spæla, umframt tí blandingini av rokki og atmosferiska rokkinum, vit eisini fegnir vilja leggja okkum eftir.


Besta tónleikauppliving nakrantíð


Teir vóru allir á einum máli um, at konsertin á Sf var ein fantastisk uppliving, sum var tað besta teir hava uppliva sum tónleikarar higartil. Fríði segði eftir konsertina, at hetta samstundis var tað besta publikum, teir hava haft og at upplivingin fyri hann sum tónleikara ikki var minni enn genial. Og áhoyrararnir fingu eisini eina uppliving, har tætta og dynamiska ljóðmyndin fylti alt teltið.




Rokkjallarin


Fløguaktuelli klaksvíksbólkurin, Grandmas´ Basement, sum hava valt navnið eftir venjingarhølinum, sum var í kjallarananum hjá ommu ein av limunum í bólkinum hevur seinastu tíðina gjørt meir og meir vart við seg.


Sissal Kampmann


Fløgan, sum við hjálp frá sterkum kreftum sum Karl Martini Samulesen, Magna Husgaard og Eriki Biskopstø aftanfyri seg, telur 10 fjølbroyttar sangir, sum verður sammett við ein rokaligan kjallara, við alskyns óruddi. Grandmas´ Basement eru heldur ikki bangnir fyri at provokera. Á fløguni viðgera teir samkynd, trúarspurningar og mangt annað viðgjørt á ein skemtingarsaman hátt og við einum glimti í eyganum.








Ein succes.


Á Summarfestivalinum slapp lokali bólkurin framat á Flags Tjaldspallinum, og hetta var ein konsert, teir hava glett seg nógv til. - Og konsertin endaði við at vera ein succes fyri fullsettum tjaldi. - At byrja við, var framførslan og løgini heldur tung. Tað var tíðliga um kvøldið, og stemningurin var ikki heilt í topp. Men hetta fekk ein bráðan enda, tí tá GB spældu hittini, “Bangna beistið”, “Hon fær ongantíð nokk” og “Getze” vísti bólkurin veruliga hvat hann dugir til.


Salurin kókaði.


Samskiftið við áskoararnar var eminent, og løgini sótu perfekt og fangandi niðurløgini dugdu tey flestu at syngja við á. Salurin kókaði simpulthen, og tað er onki løgið í, at tað, man hoyrdi fólk ganga og syngja úti á festivaløkinum restina av kvøldinum vóru løgi hjá Grandmas´ Basement. – Hetta var eitt fantastiska gott upplivisi fyri okkum, segði Jón Jacobsen, sangari í bólkinum eftir konsertina. – Tað var ótrúliga góður stemningur, nógv fólk, og tað var stuttligt at hoyra øll syngja við.


Vísir hvør hon er.


Unga songkvinnan, Lív Næs framførdi á SF saman við Tróndi Enni og Una Reinert Debess.


Sissal Kampmann


Tíverri leið framførslan hjá Lív undir ljóðroyndini hjá Carlsen, ið skuldi á pallin á Vágsbøi eftir Lív. Hetta órógvaði bæði Lív, tónleikararnar og ikki minst áksoðararnar ótrúliga nógv, og sjálvsagt var hetta heilt óacceptabult. Í fjør framførdi Lív saman við Niels Midjord, sum hon seinastu árini hevur spælt nógv saman við, og sum hon eisini hevur givið fløgu út saman við. Tá var sami trupulleiki galdandi, og vónandi vera slíkar umstøður ikki aftur.


Stóra gjøgnumslagsmegi


- Tó skuldi nógv meira til fyri at oyðileggja nakað fyri framførsluna og gjøgnumslagmegina hjá Lív, sum við sterkari manning, ið taldi Trónd Enni og Una Reinert Debess, spældi eina ótrúliga vakra og vælspælda, og ikki minst, vælsungna, konsert. Út yvir eitt lag hjá Bubbi Mortens, spældu tey bert egin løg, og tað var ein fragd at síggja og hoyra bólkin framføra fjølbroyttu og melodiøsu løgini. Lív megnar at halda seg til sín stíl gjøgnum alla framførsluna, og tað, ið tiltalaði mest var tað óskaputa og ókrukkuta yvir konsertinu, umframt at ein merkti, at hon ikki var bangin fyri at vísa hvør hon veruliga er og kann sum sangari.


Gott at vera aftur.


- Tað var deiligt at spæla aftur á Summarfestivalinum, segði ein glaður og nøgdur Brandur Enni eftir konsertina, har nógv fólk var komið at lurta eftir barnastjørnuni, sum nú er blivin vaksin.


Sissal Kampmann


– Tað eru fýra ár síðan eg havi spælt á SF seinast. – Fyri trimum árum síðan bleiv konsertin avlýst vegna veður, so tað er gott at vera aftur og spæla og njóta góða stemningin á festivalinum




Brandur hevur alt!


Ein tónleikakønur áhoyrari helt fyri undir konsertini, at ”Brandur hevur alt, ein tónleikari skal hava”. Hann var eisini í toppformi, tá hann fór á Føroya Tele pallin leygarkvøldið. Við sær hevði hann beiggja sín, Trónd Enni, Heiðrunn Petersen á violin og Henning Nicodemussen á slagverki. Framførslan bjóðaði fyrst og fremst løg av nýggjastu fløguni, ”Sometimes truth needs a lie”. Løgini hjá Brandi vóru væl móttikin av fólkinum, ið vóru komin at lurta eftir barnastjórnuni, sum nú avgjørt er blivin vaksin.




Væleydna nýtt lag


Serliga nýggja lagið, ”Constant State”, riggaðir ótrúliga væl, og tað var ongin ivi um, at hetta er tilfar vit kunnu gleða okkum til at hoyra, tá tað kemur út á fløgu. Brandur spældi eisini eitt coverlag eftir Tom Paxton, sum Steintór Rasmussen hevur umsett til Føroykst, ”Tú fær mín morgin”. At enda spældi Brandur sera vælumtókta og fólkakæra hittið, ”Heimið”, men tey, ið vóru komin at hoyra ”Waiting in the moonlight” vóru komin til fánýtis, Brandur bíðar helst ikki longur. - Hann er farin víðari.








Føroyski stjørnuhimmalin savnaður á Vágsbøi


Ein einsamøll, bjørt stjørna var at síggja á himmalinum í dyrdarveðrinum leygarnáttina, tá Dynamitt setti punktum við manér fyri Summarfestivalinum 2010 á Vágsbøi, sum var á tremur við áskoðarum, tá lokali bólkurin fór á pall.


Sissal Kampmann



Tað góða veðrið helt sær, fólk vóru í sera góðum lag, og tað sást at øll vóru við uppá at fáa tað allarbesta burturúr seinastu tónleikaupplivingini á festivalinum.



Við manér


Tá Dynamitt endaði Summafestivalin 2010 var tað eisini við manér. Vágsbøur var fullsettur av festivalgestum í fantastiska góðum hýri. Ikki bert var tað ótrúliga goða veðrið í nátt sum var orsøkin til at endabresturin á festivalinum var ein so stór succes. - Succein var fyrst og fremst tengd at, at tað var bólkurin Dynamitt, sum fekk æruna av at seta punktum fyri ein væleydnaðan festival, har veðurgudarnir ikki vóru so harðir við Klaksvíkina, og gestirnar, sum teir hava verið undanfarnu árini.


Góvu alt teir áttu


Dynamitt, spældu alt tað, fólkið var komið fyri at hoyra, og vildu hoyra. Øll tey kendu hittini, ”Grøv nummar 13”, ”Sonur, pápi tín býr ei í Tórshavn” og ”Til allar kvinnur” fingu fólk at syngja við. At tað vóru dansarar í hópatali á pallinum gjørdi eisini konsertupplivingina størri.


Stjørnufyltur endabrestur


Men! Endabresturin á konsertini hjá Dynamitt og harvið á SF, har flest allar føroysku tónleikastjørnurnar, sum høvdu verið við á summarfestivalinum í ár, Eyðun Nolsøe, Kim Hansen, Terji Rasmussen, Brandur og Tróndur Enni, Erik Biskopstø við fleiri, spældu saman við Steintór Rasmussen og restini av manningin í Dynamitt, Frændurlagið, Lívsmynd, má sigast at vera ein væleydaður og stjørnuríkur háttur at enda festivalin, og ikki minst væleydnaðu konsertina hjá Dynamitt á. 



Barnslig byrjan

Ársins summarfestivalur legði út við einum barnatiltaki á lítla Føroya tele pallinum


Óli Jákup Jacobsen


Veðrið var gott, og fitt av fólki var savnað til barnatiltakið, sum fekk heiðurin at byrja summarfestivalin 2010. Fimm flottar og dugnaligar gentir byrjaðu við eini dansiframførslu, áðrenn ein klóvnur kom á pallin. Saman við klóvninum sungu børnini onkran vælkendan barnasang.


Fólk legðist so stútt aftrat, og skjótt var lítla økið uttan fyri Føroya tele kjokkfult av børnum og vaksnum. Eftir klóvnin kom gyklarin Ásbjørn á pallin, og framførdi hann nøkur stuttlig gykl.


Børnini vóru heilt bergtikin av Ásbirni. Mitt í tí heila tók Ásbjørn og gyklaði Meylu fram, sum fór at framføra hittið hjá sær ”Slikksjúk”.


Í ein heilan tíma sungu, flentu og róptu børnini saman við Ásbirni, Meylu og øllum hinum. Ein góð barnslig byrjan. 





Størsta talent í Klaksvík síðstu 10 árini

So avgjørdur var frásøgumaðurin, Ólavur Presley, tá hann presenteraði 15 ára gamla Rógva Jacobsen í Flags tjaldinum.


Óli Jákup Jacobsen


Og tað var einki at taka feil av. Rógvi hevði eina ótrúliga hugtakandi og góða framførslu. Einsamallur við guitara megnaði Rógvi við síni sterku og hásu rødd at fylla tjaldið.


”Hatta var fantastiskt. Fólkini vóru við upp á tað, og ja – tað var bara fantastikst. Eg var ræðuliga nervøsur, men tá eg var byrjaður, koyrdi tað bara,” sigur Rógvi í stuttari viðmerking eftir sína framførslu.


Fitt av fólki hevði leitað sær inn í teltið at lurta eftir Rógva, men tað merktist, at festivalurin ikki veruliga er komin á glið enn. Vónandi – og væntandi - spælir unga stjørnuskotið úr Klaksvík ikki ’bara’ sum upphitari næsta ár. 




Fólkið sang við Una

Plaseraður millum rockutu The Dreams og hart rockutu Synarchy hevði Uni Arge eina hugnaliga og róliga framførslu í Føroya tele teltinum.


Óli Jákup Jacobsen


Veðrið var sera gott, tá Uni við síni mildu rødd sang sínar kendu sangir á summarfestivalinum. Heilt fitt av fólki var eisini samankomið, helst komin beinleiðis yvir frá konsertini hjá The Dreams.


Uni spældi sangir frá báðum sínum útgávum. Umframt tey vanligu ljóðførini hevði Uni ein trompetblásara við sær. Tað riggaði serstakliga væl, tá tað gav ein livandi og hugnaligan café-stemning.


Tá Uni sang síðsta sangin hjá sær ”Býarmynd”, sang fjøldin við – ella partur av henni, ið hvussu so er. Eftir tann sangin var tíverri ikki pláss til nakað eykalag, tá Synerchi, sum vóru næstir á skránni, vóru longu byrjaðir.


Í stuttum var talan um eina hugnaliga framførslu. 




Birgit sang best

Fríggjadagurin byrjaði við eini karaoke kapping, sum klaksvíksgentan Birgit Sivertsen vann.


Óli Jákup Jacobsen


Kappingin byrjaði við tveimum gentum, ið sungu Queen klassikaran We will rock you. Eftir tann sangin gekk lang løta, har eingin meldaði seg til. Veðrið var fínt, tá tað var turt og vindstilt, og nakað av fólki var savnað rundanum pallin.


Tá tað byrjaði at nærkast endanum, vóru tað tó fleiri, ið hóast alt vildu syngja. Tá kappingin var av, høvdu fimm luttakarar verið, har Birgit so streyk avstað við sigrinum. Birgit sang sangin hjá Bette Midler the Rose.


”Hetta var ordiliga kul. Eg hevði ikki væntað at vunnið, so hetta er ordiliga stuttligt,” sigur Birgit.


”Eg havi altíð sungið, og elski eg at syngja. Sum 7 ára gomul luttók eg á barnaprixnum, og annars syngi eg til ymisk høvi. Men hetta er fyrstu ferð, eg vinni,” sigur ein glað Birgit.


Eftir karaoke kappingina framførdi dansibólkurin Hóps tveir dansir. 





Festligi Robert

Robert McBirnie hevði eina undirhaldandi og stuttliga framførslu á Føroya tele pallinum.


Óli Jákup Jacobsen


Maðurin hevur staðið á palli fyrr. Tað var eingin ivi um tað. Hóast fólkið stóð langt burtur frá pallinum, so framførdi Robert hegnisliga og professionelt – og undirhaldandi.


Styrkin hjá gamla V4 manninum er uttan iva hansara eginleiki at tosa millum sangirnar. Hvør sangur fekk eina ’søgu’, sum Robert fortaldi á ein humoristiskan hátt. Eitt nú tá Robert sang kenda sangin hjá Gerry Marsden Ferry cross the Mersey, innleiddi hann við at greiða frá, hvussu hann altíð hugsar um gomlu ferjuna, ið sigldi tvørtur um báðar armarnar í Klaksvíkini, tá hann sang henda sangin.


Í stuttum hevði Robert eina stak góða framførslu, har hann á besta hátt megnaði at undirhalda áskoðarnar. 




Fantastiskt Guðrið – fantastiskt!

Guðrið Hansdóttir hevði í kvøld eina av teimum allar bestu konsertunum – um ikki ta bestu - sum hava verið á ársins festivali


Ól9 Jákup Jacobsen/Dagfinn Olsen


Har var einki at seta fingurin á. Guðrið sang sum ein dreymur, og tónleikararnir spældu sera væl. Um ein ikki visti betur, so hevði man trúð, at framførslan var playback. Men tað var tað ikki. Tann hálvfulli Vágsbøurin fekk eina eminenta konsert, sum fær teg at gloyma bæði tíð og stað.


Í glitrandi reyðum kjóla megnaði Guðrið at røkka langt út um Vágsbø við síni framúrskarandi – næstan guddómligu – rødd. Hon náddi ómakaleyst upp á hægstu tónar, og varð man sum áhoyrari borin gjøgnum konsertina.


Guðrið hevur sjáldan veruið betri. Hon er bara blivin betri og betri, síðani hon kom fram av álvara fyri nøkrum árum síðani. Og áhoyrararnir fegnaðust eisini og tað sást og kendist, har her fekk fjøldin nakað, ið henni dámdi.

Sjáldan hevur ein tími gingið so skjótt. Guðrið, hatta var fantastiskt. 







TÚÚÚ...ERT...EIN.....siiigoynari, sigoynari......

Tann spruttkókandi grýtan á Vágsbøi kókaði fullkomiliga yvir, tá Páll Finnur Páll trivu í síni allar størstu hitt, so sum Mín russiski vinur og forelskaður sjónleikari


Óli Jákup Jacobsen


Teir eru komnir fyri at vera, og fólkið elskar teir. Páll Finnur Páll fingu allan Vágsbø at hoppa og dansa til sínar sera kendu sangir.


Vágsbøur var næstan fullur, og veðrið vísti seg frá síni bestu náttarsíðu, tá populeru havnamenninir skuldu seta punktum fyri dagsins festivaldag fríggjakvøldið. Og tað gjørdu teir við manér. At urið vístið hálvgum trý, tá byrjað varð, hevði eftir øllum at døma púrt einki at siga. Hvørki fyri Páll Finnur Páll og enn minni fyri áhoyrarafjøldina.


Teir skuldu spæla í trý korter, men tað varð skjótt funnið útav, at tann tíðin ikki fór at halda. Í staðin spældu teir í hálvan annan tíma.


Í mun til í fjør spældu Páll Finnur Páll á stóra palli, har teir í fjør spældu í tjaldinum. Ein vansi við at spæla á stóra palli er, at nærleikin við áhoyrarnir minkar nakað samanborið við tjaldið. Hóast hetta megnaðu Finnur og Páll Oddur alla tíðina at koma út til áhoyrararnar og halda sambandið við teir.


Tað sást og hoyrdist, at Páll Finnur Páll elskaðu at spæla. Og áhoyrararnir elskaðu at hoyra teir.


TAÐ ER LÍÍÍV OG FEST – ROCK’N ROLL ER BEST!

Tað var ein ordans rockkonsert, sum trøllini úr Klaksvík borðreiddi við á Vágsbøi


Óli Jákup Jacobsen


Vágsbøur var hálvfullur, og veðrið var avberað gott. Lýtt, turt og ikki eitt lot í luftini, so fyritreytirnar fyri eini góðari framførslu vóru til staðar. Og tað varð tað eisini.


Trøllapætur, Trøllaomman og ikki minst tann garvilla Ommudidd hoppaðu, dansaðu, sungu og rockaðu frá byrjan til enda. Hetta merktist á børnunum, sum vóru fult upptikin av at syngja við, koyra hendur upp og svara aftur, tá trøllini vendu sær til børnini.


Ikki bara børnini lótu seg undirhalda. Tey vaksnu vóru næstan líka nógv undirhildin. Fá mundu tey vera, sum ikki ruggaðu eitt sindur, tá trøllini sungu sínar lívligu sangir.


Tað einasta kritikpunktið er, at framførslan var alt ov stutt, einans hálvan tíma. Nógv av børnunum vóru ikki meira enn komin, so var liðugt. Ein tími hevði ikki verið ov lítið. 



Dialogos og Gudloysi – ja, og Sølvará

Tað var lagt upp til eina undirhaldandi framførslu, tá ein av landsins fremstu vísusangarum skuldi á pall.


Óli Jákup Jacobsen


Hans Hjalti Skaale sang og undirhelt í ein hálvan tíma á Føroya Tele pallinum. At tað var tíðliga um dagin merktist á tí ikki so stóru áhoyrarafjøldini. Men tað merktist ikki á Hans Hjalta, sum væl upplagdur framførdi sínar kendu og stuttligu vísur.


Prikini hjá Hans Hjalta fullu í allar ættir. Men mest fullu tey á tað andaliga økið. ”Fyrr var tað so lætt at bólka tað andaliga lívið. Tá var man babs, kuffi ella gets. Tað var ikki so nógv at tosa um. Men í dag er tað nógv roksutari, har vit hava Dialogos og Gudloysi. Ja, so hava vit eisini Sølvará, sum vit øll kenna,” segði Hans Hjalti, áðrenn ein sangin hjá sær, meðan øll mannamúgvan flenti.


Í stuttum var talan um eina fríska og stuttliga framførslu, har Hans Hjalti á besta hátt megnaði at halda samband við áhoyrararnar. 





Garvill gudstænasta

Heini Lützen hevur um nakar annar myndað føroyska kristna tónleikin tey síðstu mongu árini. Á ársins Summarfestivali framførdi hann á stóra palli

Óli Jákup Jacobsen


”Hetta skal ikki vera nøkur konsert,” legði Heini út við at siga, ”hetta skal meira síggjast sum ein gudstænasta.”


Og tað var tað. Heini framførdi nógvar av sálmunum, sum hann nýliga hevur givið út á fløgu. Ikki man tann vanligi kirkjugangarin tó hava kent sálmarnir serliga væl aftur, sum teir vórðu framførdir av kristna rockkonginum í Føroyum.


Heini sang sublimt. Hann rakti hvønn einasta tóna klokkureint, hóast teir vórðu so høgir, at man fór at skelva í knøunum. Tónleikararnir spældu eisini heilt ótrúliga væl, har teir allir samlir kunnu teljast millum Føroya bestu.


Antin dámar man hesar nýggju sálmarnar, ella ger man ikki. Sjálvur saknaði undirritaði eitt sindur av stílvariatión, tá allir sálmarnir vórðu framførdir nokk so eins. Burtursæð frá tí hevði Heini eina ótrúliga flotta og musikalskt geniala konsert. 




Syndarar á Summarfestival


Tað snýr seg ikki einans um at syngja. Tað snýr seg um at undirhalda. Og tað dugdi Bárður á Lakjuni, oddamaður í T.O.S, ið stendur fyri tollarar og syndarar.


Óli Jákup Jacobsen


Spennandi bólkurin úr Eysturoynni T.O.S. spældi í Flags tjaldinum á Summarfestivalinum í dag. Hetta var somuleiðis talan um teirra fyrstu útgávukonsert.


Rættiliga nógv av fólki var møtt upp at lurta eftir tollarunum og syndarunum, har tjaldið var umleið trýkvart fult.


Tónleikurin hjá T.O.S. er sermerktur ella originalur á fleiri hættir. Fyrst og fremst spæla teir rytmiskan polka og tango tónleik, sum fær áhoyrararnar hug til at trippa eitt sindur. Haraftrat hava teir nógv ymisk ljóðføri, sum ikki eru so vanlig á rockutum tónleikapallum. Millum annað varð harmonika brúkt umframt ein stór blikktrumma og eitt blásiklaver, sum líktist mest eini vatnpípu. Alt hetta ger T.O.S. til ein stuttligan, originalan og forvitnisligan bólk.


Konsertin hjá T.O.S eydnaðist avberað væl, har Bárður dugdi at fáa áhoyrararnar at flenna millum sangirnar. Sangirnir vórðu eisini framførdir sera hegnisliga, har tónleikararnir dugdu sítt kramm. T.O.S. er uttan iva ein tann mest spennandi bólkurin í Føroyum í løtuni. 



Føroysku Simon&Garfunkel


Marius høvdu í kvøld eina góða og erliga konsert á lítla Føroya tele pallinum


Óli Jákup Jacobsen


Ikki vóru tey so mong, sum høvdu savnað seg rundan um pallin, tá teir tríggir í Marius spældu. Helst mátti tað vera tí, at fólk streymaðu oman á Vágsbø fyri at fáa gott pláss til brakið við Westlife aftaná.


Men tey, sum høvdu sett tíð av til Marius, vórðu ikki snýtt. Marius hevði eina ærliga, hálvráa og akustiska konsert. Ljóðførini vóru tveir kassaguitarar, ein trumma og eitt klokkuspæl.


Marius Ziska sang ótrúliga væl. Hinir báðir í bólkinum sungu aðru og triðu stemmu, og gekk allur sangurin upp í eina hægri atmosferiska eind.


Marius er sín egin - og eitt sindur skeivur - bólkur. Men um man skal samanbera teir við onkran, so minna teir nakað um amerikonsku Simon&Garfunkel, har kassaguitarin og røddirnar fylla tað mesta. 




Ja, teir liva enn í 80unum


Men tað er eftir øllum at døma har, fólkið vil hava Eyðun og Terja


Óli Jákup Jacobsen



Flags Tjaldið var kjokkfult av glaðum festivalgestum, tá Eyðun og Terji skuldu á pall. Tað er ikki heimsins lættasta uppgáva at halda fram, har Westlife slepti, men tað løgdu Eyðun og Terji einki í.


Terji dugdi sjálvur at síggja, at teir ikki vóru nakrir Westlife, men segði so: ”Vit skriva um ikki annað okkara egnu sangir.” Undirritaði ivast í, um tann ungi áhoyraraskarin fremst við pallin skilti Terjasa viðmerking, men satt var tað. Eyðun og Terji syngja í mun til Westlife sínar egnu sangir. Og fólkið elskar teir.


Tað er torført at skriva nakað, sum ikki longu er skrivað um føroysku poplegendurnar. Teir leveraðu precis tað, sum man væntaði, og tað var tað. Duoin sang væl, og megnaðu teir sum einki at fortseta kann góða stemningin frá Westlife.