Hin ellivti Summar Festivalurin í røðini verður í Klaksvík annað vikuskifti í august í ár.
Erik Biskopstø sigur, at hóast sølan av atgongumerkjum byrjaði fyri jól, er einki tónleikanavn avdúkað enn.
- Tað hevur ikki verið vanligt at avdúka nøvn fyri jól, og eg haldi, at hetta bara er hent einaferð.
Hann sigur, at Summar Festivalurin hevur sett nøsina fram ímóti at avdúka okkurt stórt navn um mánaðarskiftið februar/ mars.
- Nógvir følarar eru úti, men enn er einki endaligt og ítøkiligt komið upp á pláss. Vit vóna, at okkurt størri navn kann avdúkast um hálvan annan til tveir mánaðir.
Erik Biskopstø vísir á, at Summar Festivalurin hevur nógv sambond við tónleikabólkar og tónleikarar úti í heimi.
- Onkrir bólkar, sum vit onnur ár hava havt samband við, søgdu tá, at tað ikki ber til júst tað árið, og soleiðis venda vit eisini aftur til ymisk tónleikanøvn.
Hann heldur, at tíðin fyri jól og tíðin rundan um jólini ikki er hin best egnaða til avdúking av tónleikanøvnum.
- Hetta er ein tíð, har nógv hendir, og har fólk drukna í jólaresi. Hinvegin hendir kanska ikki so nógv í februar og mars, og tí halda vit, at hetta er ein góð tíð til avdúking av nøvnum, sigur hann.
Erik Biskopstø vísir á, at tað er vanligt at selja atgongumerki, áðrenn greitt er, hvussu ein slíkur festivalur kemur at síggja út.
- At sølan byrjar fyri jól er partvís eitt ynski frá viðskiftafólki, sum eitt nú vilja hava møguleikan at keypa atgongumerki í jólagávu. Tað eru ikki so fá, sum ringja í góðari tíð og spyrja, nær høvi er at keypa.
Hann sigur, at eitt er, at fólk fyri jól keypa upp á ”forventet fangst”, sum hetta kann rópast, men samstundis fáast tey bíligastu atgongumerkini tá.
- Hin 6. januar, sum er trettandi, hækkaði prísurin, og síðan hækkar prísurin aftur hin 12. mars, 17. mai og 4. juli, til prísurin aftur at enda verður hægri, tá Summar Festivalurin verður, og keypt verður við dyrnar.
Erik vísir á, at nevndu dagar hava tað til felags, at teir eru lutfalsliga lættir at minnast, tí allir hesir dagar eru okkurt serstakt.
- 6. januar er trettandi, 12. mars er grækarismessa, 17. mai er tjóðardagur Noregs, og 4. juli er tjóðardagur Ameriku.
Erik Biskopstø sigur, at tey, sum keypa atgongumerki, áðrenn nøvn yvirhøvur eru kunngjørd, taka kjansin, men tíbetur hevur eydnast fyrireikarunum undanfarin ár at skipa eina góða skrá fyri so mong sum gjørligt.
- Tað eru ongantíð øll, sum eru fullnøgd hvørja ferð, tí tað er ómøguligt at gera øllum til vildar 100 prosent. Hinvegin hoyra vit ikki so sjáldan, at fólk, sum kanska ikki vóru so væl nøgd við skránna, kortini gjørdust positivt ovfarin, tá Summar Festivalurin var liðugur, og tey fóru heimaftur.
Hann sigur, at tað hevur ongantíð verið soleiðis, at fólk týðiliga hava verið misnøgd.
- Tað forpliktar eisini, at fólk vísa okkum álit og keypa atgongumerki, og vit vóna, at tað aftur í ár fer at eydnast okkum at skipa eina góða, breiða og áhugaverda skrá.
Erik Biskopstø sigur, at sølan av atgongumerkjum til jólar var óføra góð.
in.fo fer at venda aftur til ávikavist G! Festivalin og Sørvágs Country-og Bluesfestival í øðrum greinum í kvøld.