Tað var bara ein lítil løta, so var tað mest sum avgjørt, at suðuroyingarnir ikki fóru at fáa nakað stig við sær úr Sarpugerði.
Allan 1. hálvleik høvdu gestirnir ilt við at finna røttu støðurnar, og tað gagnnýtti heimaliðið við at leggja seg á odda 3-0.
Talan var um linliga uppgerð - einki gult kort - og ferðin var ongantíð nakað at reypa av.
Sølvi Vatnhamar var dagsins maður hjá heimaliðnum, men hann er ikki skrásettur fyri hattrikk á dómaraseðlinum. Dómarin hevur skrivað FC Suðuroy málverjan fyri at hava gjørt sjálvmál, eftir at Sølvi Vatnhamar hevði sent horna innfyri úr vinstru, tá ið Víkingur í 33. minutti økti um leiðsluna til 3-0.
Palli Augustinussen, sum var ein tann eyðsýndasti hjá gestunum, ið vóru væl betri við eftir steðgin, minkaði um munin, tá ið hann við høvdinum stýrdi innleggi úr vinstru í málið.
Víkingur-FC Suðuroy 4-1 (3-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar 5.
2-0: Páll Klettskarð 6.
3-0: sjálvmál 33.
3-1: Palli Augustinussen 79.
4-1: Sølvi Vatnhamar 90.
Dómari: Ransin Djurhuus
Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen (Kaj Leo í Bartalsstovu, 66.), Niclas Niclasen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Bárður Hansen (Dánjal Pauli Lervig, 88.), Nenad Stankovic, Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar - Finnur Justinussen, Páll Klettskarð (Áslakur R. Petersen, 75.)
Gult kort: eingin
FC Suðuroy: Stanislaw Kuzman - Dan Djurhuus, Suni úr Hørg (Jákup Olsen, 75.), Heini Vatnsdal, Kasper Schultz - Martin Tausen, Teitur Tausen (Tóki Brattalíð, 70.), Palli Augustinussen, Kári í Lágabø, Henning G. Joensen (Heini Bech, 31.) - Mamuka Toronjadze
Gult kort: eingin
Støðan
NSÍ 32
HB 31
EB/Streymur 28
ÍF 28
Víkingur 24
B36 21
B71 16
B68 15
AB 10
FC Suðuroy 10
NSÍ, B36 og B68 hava spælt 15 dystir, ÍF hevur spælt 17 dystir, og hini liðini hava spælt 16 dystir.
Týsdagin 3. august
NSÍ-B36: Eiler Rasmussen kl. 18.00
AB-B68: Dagfinn Olsen kl. 18.00
---------
Liðugt
4-1
-----
90 min.
4-1
So er munurin tann sami, sum hann var eftir 1. hálvleik. Fram ímóti dystarenda hevur Sølvi Vatnhamar skorað, so støðan er 4-1.
85 min
3-1
---------
77 min.
3-1.
Palli Augustinussen hevur skorað fyri FC Suðuroy. Miðvallarin stýrdi við høvdinum bóltin í málið, eftir at innlegg var komið innfyri úr vinstru.
-------------
65 min.
3-0
---
60 min.
3-0
Støðan er tann sama, sum hon var eftir 1. hálvleik. FC Suðuroy hevur bóltin meiri nú, enn gestirnir høvdu hann í 1. hálvleiki. Víkingaleikarnir hava tikið seg eitt vet aftur, og so bíða teir eftir møguleikanum at fara í skjót mótálop.
-------------
55 min.
3-0
Gongdin er tann sama, sum hon var í 1. hálvleiki.
Líkindini at spæla fótbólt eru avbera góð í Sarpugerði í kvøld. Tað er turt, eftir at tað eina ferð fyrr í kvøld var eitt sindur av sirmi, og tað kennist lættari, eftir at tað fyrr í kvøld var eitt sindur tjúkt.
---------
Tað skal nógv venda øðrvísi um ein lítlan tíma, enn tað nú ger tað, um ikki øll trý stigini skulu verða eftir í Sarpugerði, tá ið FC Suðuroy fer til hús í kvøld.
Heimaliðið hevur leikliga verið greitt omaná, og tað er einki at siga til, at leiðslan er 3-0, hóast suðuroyingarnir onkra ferðina hava verið frammi í brotsteiginum hjá Víkingi.
Víkingur-FC Suðuroy (3-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar
2-0: Páll Klettskarð
3-0: Sølvi Vatnhamar