Summarfagnaður á Ternuryggi

Tíðindaskriv

Hatta var simpelthen so gott, at hatta mugu tit gera aftur! segði ein av íbúgvunum á Sambýlinum á Bóndaheygi 14, sum hevur verið við til at fyrireika Summarfagnaðin 2002

Uppi í tí hugnaliga kolonihavaumhvørvinum á Ternuryggi hava nøkur menningartarnað til arbeiði at fríðka og viðlíkahalda eitt øki. Í tíggju ár hava tey arbeitt, og er hetta í dag ein sonn perla í Havnini ? ella sum borgarstjórin úttrykti seg: »Hetta er ein oasa í Havnini«!
Í hørðum arbeiðsløtum við stríði og strevi er gott at hava nakað at síggja fram til. Og arbeiðið gevur bert meining, um tað, ið eftir liggur, verður virðismett av øðrum. Hesir tankar gjørdust til eitt umfatandi mentunartiltak, har menningartarnað kundu koma saman og kundu hugna sær við sólstrálum, tónleiki og góðum mati.
Fyrireikingarnar til eina tílíka verkætlan vóru nógvar og krevjandi. Ein flokkur við pedagognæmingum var við í verkætlanini í tríggjar vikur og við teirra mongu hondum, kreativu heilum og positiva sinni gekk arbeiðið sum fótur í hosu.
Sól og summar
Borgarstjórin í Havnini, Jan Christiansen, setti henda Summarfagnaðin við at greiða frá søguni á stykkinum. Síðani spældi M?as Blues Band, og við sínum glaða og undirhaldandi tónleiki settu tey rættuligt lív í. Angela Petersen var vertinna, og saman við klovninum Hannibal fingu tey allar smílikullurnar fram. Klaksvíkingurin Karl Martin Samuelsen helt fram við sínum góða, undirhaldandi og vælkenda tónleiki.
Ímillum tónar og smíl gingu fólk runt og prátaðu. Øll steðgaðu á við grilluna hjá sjónvarpskokkinum Guðmundi Guðmundson. Her fekst ein góður biti og hansara vældámda persónligheit bjóða eitt gott prát. Til seinast kom Pætur við Keldu, og saman við Eyðuni Nolsøe spældu teir ymiskar kendar Beatlessangir. Øll bíðaðu tó spent eftir »Som en drøm?«, og hann sluppu Pætur og Tóra at syngja tvær ferðir, meðan fólk sungu við.
Lotið var vorðið kalt, og endin var komin á sólstrálum og undirhaldi fyri hesu ferð. Við smílandi andlitsbráðum fóru fólk heimaftur við einum upplivilsi av at hava tað gott og stuttligt saman við teimum, man kennir. Hetta var eitt tiltak fyri menningartarnað ? hetta var teirra dagur! Og dagurin gjørdist eitt prógv um, at mentanin hjá teim menningartarnaðu er nakað serstakt. Skal hon ikki kámast burtur í hópinum, má hon liva, og mennast ímillum hinar!
Tórshavn býráð gav loyvi til henda ógloymandi dag, og vit kunnu vera glað fyri, at arbeiðið, sum verður gjørt hjá menningartarnaðum, verður virt frá politiskari síðu.
Sambýlið vil fegið takka teimum, ið stuðlaðu tiltakinum fíggjarliga. Tað vóru Reyni Service, Havnar Timburhandil, Føroya Lívstrygging, Føroya Banki, Munin og Javni.
Eisini vil Sambýlið takka fyri gávulutir frá Restoff?s Bryggjarí, Poul Mikkelsen, MBM, Vøruhúsið á Hjalla, Miklagarður, Føroya Keypssamtøka, Jógvan Weihe, Hjálpirótin, Eli, Thomas Dam Búnýti og Skemman. Eisini eina tøkk til Brandstøðina, Akvariubúðina og Elmekk, fyri lán av útgerð. Eina serstaka tøkk hevur Sambýlið til pedagognæmingarnar, ið hjálptu til við verkætlanini og Angelu og Hannibal, Guðmundi og tónleikararnir, ið gjørdu dagin minnisríkan.