Summarfestivalurin: 2016 ballónir startskotið!

Nú er Summarfestivalurin av álvara farin í gongd, og í ár varð hetta gjørt við at Bubu og Silvi, saman við øllum børninum í Silvalandinum, sleptu heili 2016 ballónir upp í luftina.

Ein rúgva av børnum vóru samlaði uppi í Silvalandinum klokkan 18, tá ið Beinur, Froja og Sara og Bubu hvør eftir øðrum trínu á pallin. Eftir at Bubu hevði sungið seinasta sangin fór hann, saman við øllum børnunum, út á fríða spæliplássið, uttanfyri báðar høllirnar. Har fingu øll børnini, og foreldur teirra, hvør sína ballón.

Tá ið øll høvdu fingið ballónir var farið oman á økið, har Summarfestivalurin er. Uttanfyri Norðoya Sparikassa savnaðust øll saman, og við Bubu á odda vóru allar 2016 ballónirnar sleptar upp í luftina ísenn.

- Vit valdu at byrja festivalin á hendan hátt í ár, fyri at allar barnafamiljurnar, saman við Silva og Bubu, kundu verða við at fagna at Summarfestivalurin fyri 13 fer nú enduliga er komin, sigur Steintór Rasmussen, høvuðsfyriskipari av Summarfestivalinum.