Summarið ið fór

Summarið er farið at halla og fyri framman stendur heystið. Tað er hugligt í Føroyum um summarið, tá ið stór tiltøk verða hildin kring landið, veðrið er gott, og nógv fólk eru í landinum. Her taka vit samanum nøkur av stóru tiltøkunum, sum vóru í summar

Voxbotn

Stórur dagur við góðum tónleiki

Fyri aðru ferð var Voxbotn konsertdagurin hildin í Vágsbotni í Havn, og aftur hesaferð møtti nógv fólk til tiltakið, og tá ið komið var út á kvøldið, var eisini gott lív í áhoyrarafjøldini. Ætlanin var, at songkvinnan Aura Dione skuldi verða eitt av høvuðsnøvnunum, men hon gav avboð av heilsuávum. Tónleikararnir, sum møttu til konsertdagin, syrgdu tó fyri, at fólk hugsaðu ikki um avboðið, men hugnaðu sær óført. Framførslurnar við gomlu Iron Maiden sangarunum, Nik & Jay, føroyskum All-Stars og Páll Finnur Páll stóðu sera sera sterkar í myndini. Umleið 4.000 fólk vóru til Voxbotn.



G! Festivalurin

Minniligur sólfestivalur

Sjáldan hevur veðrið verið so gott á G! Festivalinum, sum tað var í ár. Nógv sól, nógvur hiti og gott lag á fólki. Á pallinum mundi Nephew, sum er vinarbólkur við G! Festivalin, hava bestu framførsluna, men aðrar frálíkar framførslur vóru eisini – eitt nú við Ásgeir Trausti, Byrta og Høgni Lisberg. Summarveðrið var eisini eitt høvuðsnavn hesaferð, og leygardagurin við brennandi sól á Gøtusandi var fantastiskur, og skýmligu kvøldini í hugnaliga umhvørvinum vóru enn einaferð framúr góð.


Ólavsøka

Traditionell tjóðarhátíð

Ólavsøkuhaldið líktist sær sjálvum. Tiltøkini, sum í nógv ár hava verið partur av ólavsøku, vóru har aftur í ár, og tey stóru tiltøkini savna framvegis nógv fólk. Ólavsøkuhaldið toppar ólavsøkukvøld, tá ið sera nógv fólk eru í býnum. Miðlahúsið skipar fyri undirhaldið, og eftir tað er midnáttarsangurin og føroyski dansurin á Vaglinum. Sjáldan hava so nógv fólk verið til sangin, sum tað vóru í ár. Og annars var gingið omaneftir og niðaneftir í hampuliga góðum veðri, hóast regnið eisini argaði partar av ólavsøkuni.


Summar Festivalurin

Góðveður og nógv fólk

Summar Festivalurin 2013 gjørdist sambært ummælaranum hjá Sosialinum tann besti nakrantíð. Veðrið, sum var gott, var týdningarmikil viðspælari, men pílurin peikaði beint uppeftir fyri tónlistarligu upplivingunum. Stóru konsertirnar hesaferð vóru við Mika, Kim Larsen og amerikanskum rocksangarum, men pláss var eisini givið fyri nýggjari nøvnum sum Swangah, Urbanus og MonkeyRat. Ummælarin skrivaði, at Summar Festivalurin var sum akvavittið – jubileumsútgávan var eina tonn betur enn vanliga útgávan.



Sjómannadagur

Vatnkríggj og áarføri

Sjómannadagurin er eitt av nýggjaru familjutiltøkunum í landinum, og dagurin, sum varðar fleiri dagar, bjóðar eina langa røð av ókeypis tiltøkum. Fríggjakvøldið var stórt vatnkríggj, og tá luttaka hundraðtals børn og vaksin. Leygardagin, tá ið flestu tiltøkini eru á Stongunum, regnaði av grimd, og tað var harmiligt, men fyrireikarar, luttakarar og gestir treiskaðust og gjøgnumførdu skránna, og tá ið bryggjudansur so var um kvøldið, varð dýrdarveður.



Ovastevna

Færri fólk í Nólsoy

Ovastevnan í Nólsoy er eitt slag av endabresti fyri stevnusummarið, og vanliga eru sera nógv fólk í Nólsoy til hugnaligu bygdastevnuna. Í ár var undirtøkan tó væl minni, enn hon hevur verið undafarin ár. Møguliga var veðrið ein orsøk til tað, tí í Nólsoy var nógv spennandi á skránni, og stevnan var sum vanligt væl fyriskipað.



Kappróður

Misjøvn fyriskipan

Tað gekk misjavnt við at avvikla kappróðurin í ár. Eitt var, at veðrið argaði onkrar stevnur, og fyri fyrstu ferð í nógv ár var ein FM-róður fluttur frá leygardegi til sunnudag, men aðrir trupulleikar vóru eisini. Tað tók alt ov langa tíð at fáa summar róðrar avgreiddar, og tað er ein stórur trupulleiki fyri kappróðurin sum ítrótt. Ein kapping, sum tað tekur upp í 5 tímar at fáa avgreidda, er ikki serliga stevnulig ella áskoðaravinarlig. Hetta ásannaði Róðrarsambandið eisini, og ætlanin er at stramma upp til komandi róðrarár.