Fitt av fólkið hevði leitað sær oman í Sandagerð í gjárskvøldið, tá Tórshavnar kommuna skipaði fyri árliga tiltakinum Summarsólstøðu í Sandagerði.
Finnur Koba spældi nøkur løg, og síðani helt Høgni Reistrup røðu. Aftaná var felagssangur og føroyskur dansur.
Sum nakað nýtt bjóðaði Fólkaheilsuráðið ein bita við laksi í sambandi við átak, sum hevur til endamáls at fáa føroyingar at eta meira fisk.
Eisini var møguleiki at keypa sær køkur og bollar, um ein heldur vildi hava tað.