Summartónar: Heiðavatn í Salt í dag

Bólkurin Heiðavatn spælir vakran og øðrvísi kamartónleik við akkordeon og strúkarum.

 

Tey spæla bæði nýskrivaðan tónleik og løg, sum vanliga verða spæld við heilt serligum ljóðførum – sum glasharmonika og harmonium – sum Anna Hüdepohl hevur gjørt til akkordeon.

 

Heiðavatn granskar í og nýtir møguleikarnar við kamartónleiki fyri akkordeon og strúkarar. 

 

Heiðavatn: Anna Hüdepohl (accordion), Atli Ellendersen, Jón Festirstein (violin), Birita Dam (bratsj), Tóri Restorff Jacobsen (sello)

 

Konsertirn í Salt á Drelnesi er í dag klokkan 15 og er ókeypis.